KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Savnsmynd: Turið Láadal Sejersdóttir.

U14 Dreingir í finaluni

Dreingir26-06-2017 - Helgi Nielsen

Leygardagin spældu U14 dreingirnir hjá okkum seg í steypafinaluna við einum 3-2 sigri á Víkingi. Harvið fáa teir høvið at verja steypasigurin frá í fjør, tá teir vunnu finaluna móti B71.

Talan gjørdist um spennandi dyst, har okkara tó endaðu omaná við 3 málum móti 2. Málini hjá HB skoraðu Magnus, Brian og Heini. Við hesum er HB nú umboðað í øllum trimum steypafinalunum hjá dreingjum í 2017 eins og í fjør. Harafturat hava kvinnurnar eisini tryggjað sær finaluplássið, og sostatt er HB við í 4 av 7 finalum.

Tað stuttliga við steypakappingini hjá HB dreingjunum hesuferð er, at øll 3 HB liðini hava vunnið finaluplássið við sigrum á Víkingi í hálvfinalunum.

Steypafinalurnar hjá dreingjunum verða leiktar á Tórsvølli vikuskiftið 25.-26. august, meðan kvinnurnar spæla sína finalu leygardagin 9. september.

Koyr á, HB!