KOMANDI DYSTIR


LØGMANSSTEYPIÐ
HB - MB
sunnudagin 2. apríl
kl. 15.00

 
1. DEILD MENN
HB - AB
leygardagin 8. apríl
kl. --.--


EB/Str/Skála - HB
sunnudagin 26. mars
kl. 12.30
á Skála


 
 

 


Stuðlar







Trý stig og tvey rimmar mál

1. lið12-03-2017 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 1. umfar: HB – 07 Vestur 2-0

Nýggja lið okkara byrjaði akkurát sum vit ætlaðu. Martin og Símun skoraðu í fyrra hálvleiki, og í seinna koyrdu vit sigurin heim, í besta Sigfríð stíli.


Vónirnar vóru sjálvandi stórar til okkara nýggju menn, og lat okkum staðfesta tað beinanvegin, allir leveraðu, altso allir okkara leikarar.

Longu í triða minutti bombaði Martin Bergvold bóltin upp í trýkantin til 1-0 til okkum. Eitt gott innlegg verður skallað út um brotsteigin, og við einum konga langskoti stemplaði miðvallarskiparin inn við manèr.

Vágamenn høvdu bóltin líka nógv sum vit, men í mun til áður, gjørdu vit skjótt av tá vit vunnu bóltin. Pingel, Elly og Samuelsen eru skjótir menn, og helst fara teir at skapa fleiri liðum í deildini stórar trupuleikar.

Beint fyri hálva tíman bleiv Símun Samuelsen, sum er sum føddur av nýggjum, sendur avstað. Ísakalt lobbaði hann bóltin uppum Ivan Stojkovic í málinum hjá 07 Vestur.

Vit komu í fleiri góðar støður og helst áttu vit at økt um leiðsluna, meðan gestirnir bara tað einu ferðina testaðu Teit í málinum. Har var tó einki at gera og Teitur stóð aftur ein branddyst í dag.

HB-skýlið var á tremur longu áðrenn dysturin byrjaði og tí var tað toført at fáa hendur á einum kaffimunni hálvleikinum. Ein hugaligur trupuleiki sum vit vónandi fara at hava restina av árinum.

Tað var greitt frá byrjan av seinna hálvleiki, at vágamenn vildu ikki hava hóttandi ósigurin sitandi á sær, og tí trýstu teir okkum væl restina av dystinum.

Liðið er gott við nøkrum heilt góðum leikarum sum væntandi fara at rigga enn betur saman sum kappingin gongur.

Hóast teir løgdu nógv fyri, megnaðu teir ikki at skora, og helst eigur dagsins maður, Sebastian Pingel, at iðra seg um at brenna nakrar sera stórar møguleikar.

Tað var eyðsæð, at okkara menn fingu boð um, at koyra tað heim, og tá saman um kom, var eingin ivi um sigurin.

Vit eru komin sera væl frá landi við góða sigrinum í torføra byrjunardystinum. Vit bukka og takka fyri undirhaldið, og ynskja hvørjum øðrum hjartaliga til lukku við flotta sigrinum.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 1. umfar sunnudagin 12. mars 2015 kl. 15.00 í Gundadali

HB – 07 Vestur 2-0 (2-0)
1-0 Martin Bergvold 3’
2-0 Símun Samuelsen 29’

Gult kort: Heðin Hansen og Símun Samuelsen

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Johan Troest Davdisen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Símun Samuelsen, Heðin Hansen, Martin Bergvold (Tróndur Jensen 77), Rókur av Fløtum Jespersen (Adrian Justinussen 82), Sebastian Pingel og Daniel Elly Pedersen (Ari Mohr Olsen 90)

Óbrúktur eykaleikari: Mattias Lamhauge, Dánjal Pauli Lervig, Heri H. Mohr og Daniel Johansen

Á beinkinum: Sigríður S. Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Sebastian Pingel

Dómari: Petur Reinert
Hjálpardómarar: Jan Hermansen og Regin Egholm
4. dómari: Rani A. Skaalum

Myndir: Rakul Hansen