KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Tróndur heldur fram

1. lið28-11-2017 - Jónfinn Petursson

Í dag varð greitt, at enn ein av okkara egnu heldur fram í barndómsfelagnum. Tróndur Jensen hevur sett pennin á eina tvey ára avtalu.


Hóast Tróndur hevði sínar avbjóðingar í byrjanini av ársins Effodeild, so fekk hann smátt um smátt fatur í rætta endanum. Tá samanum kom, gjørdist hann ein sera avgerandi leikari fyri okkara unga besta lið.

Tróndur kann vera okkara seksari, sjeyari og áttari, alt í senn, og við ágrýtni og eldhuga hevur hann í ár vent niðureftir gangandi spiralinum uppeftir. Tí kann hann saktans gerast ein av allar bestu miðvallurum í landinum.

Vit fegnast almikið um, at evnaríki og fryntligi miðvallarin við góða fótbóltsskilinum hevur gørt av at leingja um samstarvið við barndómsfelagið komandi tvey árini.


Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir