KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - KÍ
Ólavsøkudag
kl. 16.00

 
1. DEILD MENN
B36 - HB
mikudagin 26. juli
kl. 19.00


HB - B36
sunnudagin 6.august
kl. 18.00


 

 


Stuðlar







Trivaligur sigur á grannunum

1. deild menn07-05-2017 - Jónfinn Petursson

1. deild menn, 7. umfar: HB – B36 4-0

Triði sigurin upp í slag varð veruleiki tá grannauppgerðin var avgreidd á middegi í dag. Ein trilvaligur 4-0 sigur á B36 og ein góð plasering í næstbestu deildini var lønin fyri ómakin.


Vit skoraðu tvey mál í hvørjum hálvleiki. Adrian Justinussen legði okkum framum, fimm minuttir eftir hálva tínam og beint áðrenn hálvleikin økti frálíki framherjin til hálvleiksstøðuna 2-0 til okkum.

Ein annars frálíkur framherji, Hans Jákup Annfinsson, økti til 3-0 tá stórur tími var leiktur og í tíðini sum Rúni Olsen hevði lagt afturat, staðfesti Ari Mohr Olsen sigurin.

Vit fegnast almikið um, okkara 1 deildarlið veruliga hevur fingið vind og seglini og eftir eina trilvandi byrjan, rættuliga hava vunnið á røttu slóðina.

Flott klárað og hjartaliga til lukku við flotta avrikinum.


Koyr á, HB !!!!


HAGTØLINI

1. deild, 7. umfar: sunnudagin 7. mai 2017 kl. 12.30 í Gundadali

HB – B36 4-0 (2-0)
1-0 Adrian Justinussen 35’
2-0 Adrian Justinussen 45’
3-0 Hans Jákup Annfinsson 62’
4-0 Ari Mohr Olsen 91’

Gult kort: Rói av Fløtum

Liðið: Mattias Lamhauge – Poul Thomas Dam, Páll Mohr Joensen (Tóri Rasmussen 64), Adrian Justinussen (Andrew av Fløtum 46), Rói av Fløtum, Heri H. Mohr (Tór av Skarði 53), Jákup Pauli Breckmann, Ari Mohr Olsen, Símun N. Samuelsen (liðsk.) og Bárður Mittelstein

Eingin óbrúktur eykaleikari

Venjari: Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Eilif Petersen

Dómari: Rúni Olsen
Hjálpardómarar: Jógvan Breckmann og Dánjal Eli West