KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Kvinnur09-09-2017 - Jónfinn Petursson

Kvinnur, steypafinalan: HB – EB/Str./Skála 2-3

Aftur í ár vóru okkara kvinnur akkurát ov stuttar í ársins steypafinalu. Hóast vit næstan vóru niðri í posanum, vildu okkara tað øðrvísi og seinastu løtuna stóð á gomlum nøglum hjá gestunum.


Vit komu framum, tá bara fýra minuttir vóru leiktir. Eitt langt fríspark bleiv sent inn í brotsteigin hjá gestunum og millum vinir og fíggindar stakk Rebekka fótin fram og beindi bóltin í málið.

Tíverri kom felagsliðið afturí aftur bara tveir minuttir seinni. Ansy Sevdal troðkaði seg ígjøgnum okkara verju og sendi bóltin í málið.

Vit haltaðu aftaná mesta partin av fyrra hálvleiki og beint fyri steðgin komu gestirnir framum. Hóast vit halda at talan var um eitt lítið fríspark móti okkara verjuleikara, slapp Birna T. Johannesen at halda áfram og skjóta bóltin í málið.

Gongdin í stórra helminginum av seinna hálvleiki var hin sama sum í fyrra. Gestirnir komu í fleiri góðar støður, og vit royndu okkum við longum sendingum fram til Milju og Rebekkku.

Tíverri økti Birna T. Johannensen við sínum seinna máli tá tólv minuttir vóru eftir at leiki. Gott mál, ið fyri so vítt staðfesti gongdina.

Men vildu ikki leggja okkum og átta minuttir fyri leiklok kom spenningur í aftur. Milja varð send avstað og einsamøll við málverjanum var hon eirindaleys og minkaði hegnisliga um munin.

Vit trýstu restina av dystinum, men tíverri komu vit ikki nærri, og tí skrivaði EB/Streymur/Skála søgu við, á fysta sinni at vinna steypakappingina.

Vit takka fyri gott undirhald og ynskja gestunum hjartaliga til lukku við steypinum.


Koyr á, HB !!!!


HAGTØLINI

Kvinnur, steypafinalan: leygardagin 9. september 2017 kl. 17.30 á Tórsvølli

HB – EB/Str./Skála 2-3 (1-2)
1-0 Rebekka Bembakoura 4’
1-1 Ansy Sevdal 6’
1-2 Birna T. Johannensen 43’
1-3 Birna T. Johannensen 78’
2-3 Milja R. Simonsen 82’

Liðið: Simona Heinsen – Marjun undir Kletti, Nadja Johannensen, Milja R. Simonsen, Ninna Hansen, Ása á Reynatúgvu (liðsk.), Jónvá Hentze (Julia Naomi Mortensen 54), Lea Hansen (Sara S. Lamhauge 79), Liljan af Fløtum (Janita Ole-Jacobsen 79), Elin Maria Isaksen og Rebekka Benbakoura

Óbrúktir eykaleikarar: Maria Elsudóttir – Rannvá Mortensen, Poula Andreasen og Sólrun Thomsen

Venjari: Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Gisli Sveinbjørnsson

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Dánjal Eli West
4. dómari: Óli Gilsstein Samuelsen

Myndir: Rakul Hansen