KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
EB Streymur - HB
sunnudagin 23. juli
kl. --.--

 
1. DEILD MENN
HB - ÍF
leygardagin 22. juli
kl. --.--


HB - B36
sunnudagin 6.august
kl. --.--


 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen

Sundalagsmenn taka ímóti

1. lið13-05-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 8. umfari í Effodeildini: HB – TB/FCS/Royn

Botnproppurin í Effodeildini tekur sunnudagin móti okkum við Margáir. Helst vilja teir hevna steypaósigurin seinast.


Ein sigur, tveir góðir javnleikir og fýra keðilig tap, er úrtøkan hjá sundalagsmonnum higartil í ár.
Men, serliga javleikurin seinast móti B36 eigur at kennast teimum søtur.

Tá vit fyrr í ár hittust í steypakappingini vóru vit vitni til ein spennandi dyst har vertirnir helst eiga at kenna seg eitt sindur snýttar. Ikki tí, tvær hendur í ryggin inni í kriminella økinum, kann sagtans útloysa eitt brotsspark.

Vit spældu strævnan dyst mikukvøldið tá fyrra hálvfinalan í ársins Løgmanssteypi var avgreidd. Okkara pílar peika tó tann rætta vegin, og við allari viðring fyri vertunum, eiga vit ikki at ivast, men smekka til og fáa alt við okkum heim aftur.

Spennandi verður at síggja, og helst fara fleiri at nýta møguleikan at koma vit til dyst við ókeypis Stuðla-bussinum.

Góðan dyst øll somul og Koyr á, HB !!!!


Allir dystirnir í 8. umfari eru hesir:

1405 Skála – B36
1405 TB/FCS/Royn – KÍ
1405 NSÍ – 07 Vestur
1405 EB/Streymur – HB
1405 ÍF – Víking