KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Summar Cup 2017

Ymiskt16-04-2017 - Jónfinn Petursson

Leygardagin 8. juli skipar B36 á fjórða sinni fyri Summar Cup í fótbólti. Undirtøkan hevur verið støðugt vaksandi, og í fjør vóru ikki færri enn 100 lið tilmeldað.


Talan er um størsta einstaka fótbóltstiltakið her á landi, tá B36, í juli mánaði skipar fyri ársins útgávu av Summar Cup.

Hetta er fjórða árið, at kappingin verður fyriskipað, og talið av luttakandi liðum er økt á rum ár.

- Vit gleðast um, at føroyingar veruliga hava tiki hetta tiltaki til sín og at hetta er blivin ein fastur partur av føroyska summarinum, siga fyriskiparnir.

Kappingin verður sett um morgunin og so eru dystur allan dagin. Afturat sjálvari fótbóltskappingini er eisini hoppiborg, freestyle fótbóltur, FIFA17, bowling og svimjing á skránni.

- Vit vóna, at undirtøkan verður eins góð og í fjør 2016, tá eini 700 børn luttóku í tiltakinum, verður sagt úr B36.

Børn frá U6 til U14 kunnu luttaka í kappingini, ið verður hildin í Gundadali og á Tórsvølli.

Tilber at lesa meira um kappingina og melda til her.