KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Stórsigur við Djúpumýrar

Kvinnur01-10-2017 - Jónfinn Petursson

Kvinnur, 19. umfar: KÍ – HB 0-4

Kvinnurnar voru á vitjan í Klaksvík í dag, og tær gjørdu ikki mætari enn at smyrja vertirnar av við 4-0.


Tá ið bríkslað varð til hálvleiks var støðan sum við byrjan, og rættuligt lív kom ikki í málskjótingina fyrr enn móti endanum.

Milja var rættuliga í essinum og tiltuskaði sær eitt flott hatrikk. Fyrsta málið kom tá 73 minuttir vóru leiktir.

Tíggju minuttir fyri leiklok, var Liljan Jacobsen so óheppin at beina bóltin í egið mál og so vóru vit framman fyri við tveimum.

Í tíðini sum dómarin hevði lagt afturat skoraði Milja tvær ferði og tí gjørdist útslitið av dystinum ein knúsandi 4-0 sigur til okkara unga kvinnulið.

Eitt super flott úrslit ið vísir at okkara pílurin hjá okkara kvinnum peikar beint uppeftir. Flott klárað og hjartaliga til lukku til okkum øll.


Koyr á, HB !!!!


HAGTØLINI

Kvinnur, 19. umfar: sunnudagin 1. oktober 2017 kl. 13.00 við Djúpumýrar

KÍ – HB 0-4 (0-0)
0-1 Milja R. Simonsen 73’
0-2 Liljan Jacobsen 79’ (sj.)
0-3 Milja R. Simonsen 92’
0-4 Milja R. Simonsen 94’

Liðið: Simona Heinsen – Nadja Johannensen, Janita Ole-Jacobsen, Milja R. Simonsen, Ninna Hansen, Ása á Reynatúgvu (liðsk.), Jónvá Hentze, Lea Hansen, Sara Lamhauge, Rebekka Benbakoura og Sólrun Thomsen (Julia Naomi Mortensen 60)

Óbrúktir eykaleikarar: Maria Elsudóttir – Alda av Skarði og Poula Andreasen

Venjari: Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Gisli Sveinbjørnsson

Dómari: Petur Páll Hentze
Hjálpardómarar: Bogi E. Hansen og Tóki Høghamar