KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - KÍ
Ólavsøkudag
kl. 16.00

 
1. DEILD MENN
B36 - HB
mikudagin 26. juli
kl. 19.00


HB - B36
sunnudagin 6.august
kl. 18.00


 

 


Stuðlar







Stórsigur á ÍF/Víkingi

Kvinnur07-05-2017 - Jónfinn Petursson

Kvinnur 1. deild, 6. umfar: HB – ÍF/Víkingur 5-0

Kvinnurnar vunnu, farna mikukvøld, ein trivaligan sigur á samansetta liðnum hjá ÍF og Víkingini. Vit hava fingið góða dystarfrásøgn frá Ninnu og Ásu:


Næsti dystur á skránni hjá okkum var móti ÍF/Víkingi í Gundadali. Sólin bakaði í Dalinum tá ið dysturin varð floytaður í gongd.

Fram til dystin móti ÍF/Víkingi, hava vit arbeitt við einum nýggjum spælisystemi, og tí bleiv hetta ein sera spennandi og avbjóðandi dystur.

Vit løgdu høgt press á heilt frá byrjan og tað var ikki long tíð farin, tá ið Nadja Johannesen skallaði ein flottan bólt í málið eftir eitt avbera gott horna frá Jónvá Hentze. Vil hildu á fram við høga pressinum og komu til fleiri vandamiklar støður.

Skjótt gav aftur úrslit, eftir at Barbara á Dungá gjørdi eitt megnar arbeiði fram í móti málinum og síðani spældi bóltin yvir um til Ninnu Hansen í vinstru síðu. Haðani setti Ninna, púra køld, bóltin í netið til 2-0 til okkum.

Vit hildu stýringina, hóast tað komu nøkur skjótálop í móti okkum. Verjan hevði tó fult kontrol á støðuni og Simona Heinesen hevði nakrar framúr bjargingar. So gekk aftur ein løta og so var aftur mál til okkum.

Í vinstru síðu fekk Ninna fatur á bóltinum og sendi eina langa avlevering upp um verjuna hjá ÍF/Víkingi. Tá var Elin Maria Isaksen skjót og legði eftir bóltinum. Púra frí móti málinum sendi hon bóltin í kassan til 3-0. Við triðja málinum varð sett punktum fyri fyrst og farið var til hálvleiks.

Vit hildu áfram at pressa høgt í seinna hálvleiki. Hóast vit bert høvdu 3 í verjuni, arbeiddi okkara verja hart og kláraði at steðga hvørjum álopi áðrenn tað bleiv ov farligt.

ÍF/Víkingur løgdu seg tætt at okkum, sum gjørdi, at tad var sindur verri at spæla út á vengurnar og niðan á Rebekku í toppinum.

Tá helvtin av seinna hálvleiki var farin, kom Juila Helena frí við bóltinum eitt sindur uttan fyri sekstanmeturin og smekkar til og bólturin setir seg trygt í trýaran til 4-0.

Nakrar minuttir seinni lesur Ninna spælið av, tá vinstri miðverji spælir til høgra miðverja. Ninna fangar bóltin frá høgru miðverju, sleppur framvið og prikar bóltin í málið til 5-0, ið eisini gjørdist endaliga úrslitið í dystinum.

Vit takka fyri frálíku frágreiðingina og ynskja øllum hjartaliga til lukku við flotta úrsltinum og góða avrikinum.


Koyr á, HB !!!!


HAGTØLINI

Kvinnur, 6. umfar: mikudagin 3. mai 2017 kl. 18.00 í Gundadali

HB – ÍF/Víkingur 5-0 (3-0)
1-0 Nadja Johannesen 3’
2-0 Ninna Hansen 27’
3-0 Elin Maria Isaksen 45’
4-0 Julia Helena Henriksen 80’
5-0 Ninna Hansen 84’

Gult kort: Nadja Johannensen

Liðið: Simona Hansen (Valdis Ólafsdóttir 84) – Marjun undir Kletti, Nadja Johannensen, Ninna Hansen, Ása á Reynatúgvu (liðsk.), Jónvá Hentze, Lea Hansen, Liljan av Fløtum Petersen (Rannvá Mortensen 72), Elin Maria Isaksen, Rebekka Benbakoura og Barbara á Dunga (Julia Helena Henriksen 59)

Óbrúktur eykaleikarar: Alda av Skarði og Vár Dam

Venjari: Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Gisli Sveinbjørnsson

Dómari: Andrew Christiansen
Hjálpardómarar: Jan Hermansen og Óli G. Samuelsen