KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - KÍ
Ólavsøkudag
kl. 16.00

 
1. DEILD MENN
B36 - HB
mikudagin 26. juli
kl. 19.00


HB - B36
sunnudagin 6.august
kl. 18.00


 

 


Stuðlar







So vunnu vit aftur

1. lið06-05-2017 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 7. umfar: HB – TB/FCS/Royn 2-1

Tað var ein lætti tá Alex Troleis bríkslaði dystin av. Hóast vit høvdu møguleikarnar at leggja lok á, vóru vit ikki nóg neyvir, og tí royndu gestirnir at trýsta okkum móti dystarenda. Vit stóðu tó stinnir og vunnu okkum øll stigini.


Suðringarnir komu annars út við nógvari orku og ágrýtni og longu tá tríggir minuttir vóru leiktir høvdu teir skorað og vóru komir til annan risa møguleika.

Búi Egilsson rann frá okkum og sendi bóltin turt í málið til 1-0 til gestinar. Vit vóru fangaðir við buksunum niðri og sóu avgjørt ikki gott út í løtuni.

Men, vit smoygdu ermarnar upp og herjaðu á aftur, væl vitandi at felagsliðið lá og lúrdi eftir kontra møguleikunum.

Tá korterið var leikt komu vit afturí aftur. Dagsins maður, Aleksandar Stankov, var á rætta staðnum og í einum trunka fekk hann skumpað bóltin í málið.

Smáar tíggju minuttir fyri hálvleik var hann aftur klárur. Hesuferð setur Símun eitt vakurt álop upp saman við Aleksandar og endin er at vit skjóta tað ið gjørdist sigursmálið.

Tróndur Jensen átti at sett nøglina í beint fyri hálvleik, men tíverri var Marius Bentzen fyri og bjargaði í stórum stíli.

Beinanvegin í seinna hálvleiki vóru vit aftur nær við, tó uttan úrslit. Teitur spældi ein góðan dysti og diskaði upp við eini super bjarging eftir horna, tá fimm minuttir vóru leiktir av seinna hálvleik. Kanska átti hann eitt frískapark.

Vit fullu nakað í leikferð og ágrýtni, men spældu okkum tó væl frameftir og til vandamiklar støður. Tó, endin var, at suðringar løgdu okkum undir trýst seinastu minuttirnar.

Einki var tó at gera, og tí kundu okkara leikarar lata seg heiðara av teimum mongu HB-fjepparunum sum, í góðveðrinum, høvdu leitað sær í Gundadal.

Ein arbeiðssigur er helst besta heitið og hugaligt er nú at verða komin í gongd aftur. Flott klárað og takk fyri gott undirhald.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 7. umfar leygardagin 6. mai 2017 kl. 15.00 í Gundadali

HB – TB/FCS/Royn 2-1 (2-1)
0-1 Búi Egilsson 3’
1-1 Aleksandar Stankov 15’
2-1 Aleksandar Stankov 36’

Gult kort: Heðin Hansen

Liðið: Teitur M. Gestsson – Dánjal Pauli Lervig, Bartal Wardum, Johan Troest Davdisen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen (Heri H. Mohr 54), Símun Samuelsen (Adrian Justinussen 68), Tróndur Jensen (Ari Mohr Olsen 75), Heðin Hansen, Levi Hanssen, Rókur av Fløtum Jespersen og Alexandar Stankov

Óbrúktur eykaleikarar: Mattias Lamhauge, Andrew av Fløtum og Poul Thomas Dam

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe, Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Aleksandar Stankov

Dómari: Alex Troleis
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Georg N. Rasmussen
4. dómari: Bjarki Danielsen