KOMANDI DYSTIR


BETRI-MENN
HB - KÍ
11. mars kl. 15:00

 
1. DEILD MENN
Skála - HB
10. mars kl. --:--


BETRI-KVINNUR
HB
11. mars kl. --:--
 

 

 


Stuðlar







Símun Eliasen venjari hjá 1. deild

Hini liðini24-01-2018 - Helgi Nielsen

Tað verður eitt vælkent andlit í HB, sum fer at taka sær av næstbesta mansliðnum hjá okkum komandi kappingarárið.

HB hevur gjørt avtalu við Símun Eliasen um, hann fer at taka sær av 1. deild hjá HB í 2018. Símun hevur vant fleiri HB lið seinastu árini - seinast í 2014, meðan hann hevur roynt seg í øðrum feløgum síðstu trý árini.

Annað manslið hjá HB er mannað við nógvum ungum gávuríkum leikarum og nøkrum eldri og royndari leikarum. Annað lið verður ofta mett sum "klekingardepil" hjá besta mansliðnum.

Annað lið okkara stóð seg væl í 1. deild í fjør og endaði tá á einum góðkendum 5. plássi.

Vit ynskja pørtunum tillukku við sáttmálanum og ynskja Símuni vælafturkomnum og góða eyðnu.

Koyr á, HB!