KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - EB/Streymur
sunnudagin 1. oktober
kl. 15.00

 
1. DEILD MENN
HB - B36
leygardagin 30. september 
kl. 15.00


KÍ - HB
sunnudagin 1. oktober
kl. --.--


 

 


Stuðlar







1. deild menn09-09-2017 - Jónfinn Petursson

1. deild menn, 21. umfar: B68 – HB 0-2

Okkara næstbestu hava við sera góðum sigri á oddafiskunum av Toftum næstan tryggjað sær tilveruna í deildini.


Eftir bara fimm stig í seinastu fimm dystunum komu vit aftur á slóðina, tá vit leygardagin vunnu góðan sigur á B68 á Svangaskarði.

Dagsins maður gjørdist áleyparin, Rói av Fløtum, ið skoraði bæði málini. Fyrra málið kom, tá bara seks minuttir vóru leiktir, og tveir minuttir fyri tímaslagið økti Rói til endaliga úrslitið 2-0 til okkum.

Við hesum góða sigrinum hava okkara menn vónandi vendi keðiligu gongdini og herja á, tað ið eftir er av kappingini.

Flott avrik og hjartaliga til lukku.


Koyr á, HB!!!!


HAGTØLINI

1. deild, 21. umfar: leygardagin 9. september 2017 kl. 15.00 á Svangaskarði

B68 – HB 0-2 (0-1)
0-1 Rói av Fløtum 6’
0-2 Rói av Fløtum 58’

Gult kort: Heri H. Mohr og Bárður Mittelstein

Liðið: Mattias Lamhauge – Poul Thomas Dam, Pætur Ejdesgaard (Tóri Rasmussen 76), Hjalti K. Djurhuus, Rói av Fløtum, Heri H. Mohr, Tór av Skarði (Martin Dam 86), Jákup F. Hansen, Símun N. Samuelsen, Aron Clementsen (Páll Mohr Joensen 80) og Bárður Mittelstein (liðsk.)

Óbrúktur eykaleikari: Roðar Heðinsson

Venjari: Andrew av Fløtum

Dómari: Andreas Josephsen
Hjálpardómarar: Jan Gardar og Kristian G. Joensen