KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - B36
leygardagin 21. oktober
kl. 15.15

 
1. DEILD MENN
HB - TB/FCS/Royn
leygardagin 21. oktober 
kl. 12.30


Bronsa
 

 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen

Oddaliðið tekur ímóti

1. lið19-05-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 9. umfari í Effodeildini: KÍ – HB

Sunnudagin er stóra brakið á skánni. Risarnir í Føroyskum fótbólti gjøgnum tíðirnar bresta saman við Djúpumýru.


Vertirnir hava fingið skil á, og seinastu dystirnir hava víst, at teir hava funnið aftur á slóðina og liggja nú einsamallir á odda í Effodeildini.

Frálíki sigurin í torføra útidystinum við Stórá seinast, vísir greitt, at KÍ hevur flutt seg nógv seinastu árini, og er eitt sera torført lið at vinna á.

Vit komu klamsandi niður á jørðina aftur seinasta sunnudag tá vit, fulkomiliga óvæntað, taptu á uppflytarunum úr Sundalagnum.

Hóast vertirnir fingu góða hjálp frá teimum gulu, høvdu vit stórar trupuleikar av vælpakkaða verjubussinum hjá monnunum hjá Heðin.

Sjálvandi verður talan um ein heilt annaleiðis dyst sunnudagin, har vit verða lagdir undir trýst og tí eisini kunnu fáa meira pláss at spæla á har frammi á vøllinum.

Men, skulu vit fáa nakað burturúr, mugu allar kreftir leggjast í, og helst skulu menn, ið man væntar eiga at ganga fremst, veruliga taka seg saman og ganga fremst.

Vit gleða okkum tó almikið til sera spennandi dystin og væntandi verður Stuðlabussurin aftur fullur til henda útidystin.


Góðan dyst og koyr á, HB !!!!


Allir dystirnir í 9. umfari eru hesir:

2005 NSÍ – ÍF
2105 B36 – 07 Vestur
2105 KÍ – HB
2105 Víkingur – TB/FCS/Royn
2105 Skála – EB/Streymur