KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - KÍ
Ólavsøkudag
kl. 16.00

 
1. DEILD MENN
B36 - HB
mikudagin 26. juli
kl. 19.00


HB - B36
sunnudagin 6.august
kl. 18.00


 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen

Oddafiskarnir vitja leygardagin

1. lið05-05-2017 - Jónfinn Petursson

Undan 7. umfari í Effodeildini: HB – TB/FCS/Royn

Suðringar, ið helst hava tikið øll á bóli - ikki minst seg sjálvar, við frálíku gongdini higartil í ár, koma á vitjan í Gundadali leygardagin.

Góða gongdin hjá samansetta liðnum hevur verið jalig í fleiri samanhangum. At úrslitini hava verið betur enn væntað, er lítið at ivast í, men at evnini eru til staðar hjá dagsins gestum, er tó ikki óvæntað.

Tveir av drápuligastu skarprættarunum hjá TB/FCS/Royn hava jú staðið í læru her hjá okkum, so sjálvandi duga Poul og Jón K. væl at bomba bóltin í netið. Vónandi hava vit ikki lært teir ov væl, so vit koma at svíða fyri tað. Vónandi fara vit ikki tað, tí lagt er upp til, at vit venda ódámligu gongdini við so nógvum javnleikum til ein góða sigur leygardagin.

Jørnini vóru annars løgd í eldin farna vikuskifti, tá gomlu knarkarnir úr Víkingini komu á vitjan. Hóast vit vóru á reyvini av og á, so sýndu okkara sera góðan hugburð og komu afturíaftur og fingu loksins javnleik.

Hvussu leikur fer leygardagin, er sjálvandi ikki lætt at gita um, men Gundadalur er okkara leikvøllur, og her eru tað vit, ið siga, hvar skápið skal standa. Blíðskap kunnu gestirnir fáa, men tað verður so eisini tað einasta.

Vit ynskja øllum hjartaliga vælkomin í Gundadal, okkara leikvøll.

Góðan dyst og koyr á, HB!!!!


Allir dystirnir í 7. umfari eru hesir:
0605 EB/Streymur – B36
0605 Víkingur – 07 Vestur
0605 HB – TB/FCS/Royn
0605 NSÍ – Skála
0605 KÍ - ÍF