KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
EB Streymur - HB
sunnudagin 23. juli
kl. --.--

 
1. DEILD MENN
HB - ÍF
leygardagin 22. juli
kl. --.--


HB - B36
sunnudagin 6.august
kl. --.--


 

 


Stuðlar







Milan og Silva á venjaraskeiði

Felagið13-05-2017 - Jónfinn Petursson

Okkara ungdómsvenjarar hjá bæði dreingjum og gentum, Milan og Silva, hava um vikuskiftið verið á venjarskeiði saman við Torlakur Mar Arnason og Martin Dean.


Undir heitinum, "Frá barni til ungdóm, DNA-ið í íslendskum fótbólti", var høvðusevnið, 
avbjóðingar í íslendskum barna- og ungdómsfótbólti tá talan er um menning av ungum leikarum í Íslandi.

Her var eitt nú hugsað um tað finnist eitt serstakt íslendskt fótbólts-DNA, tá talan er um leikarar og hugburð.

Hvat verður gjørt fyri at fáa fleiri leikarar at halda á við fótbóltinum og gera stóru feløgini nóg mikið fyri at seta ungar leikarar við

Eisini var talent og útveljing á skránni. Hvat hyggja vit eftir, eru nakrar meginreglur? Hvussu við teimum leikarunum, sum eru seinir á veg.

Hvørjar avbjóðingar eru, tá menningin av leikarunum er ymsik, og hvussu loysa vit hesar í praktiskari venjing.

Sera áhugaverdir spurningar sum her hava verið á lofti, og væntandi hava okkara frálíku ungdómsvenjarar posarnar fullar av spurningum og svarum við sær aftur eftir skeiðini.