KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
ÍF - HB
hósdagin 24. august
kl. 18.00

 
mikudagin 23. august 
kl. 18.00


EBS/Skála - HB
sunnudagin 27. august
kl. 17.00


 

 


Stuðlar







Kvinnurnar vunnu grannauppgerðina

Kvinnur06-08-2017 - Jónfinn Petursson

Kvinnur, 12. umfar: HB – B36 1-0

Sunnudagurin gjørdist ein super dagur fyri okkum HB-fjepparar. Eftir góða sigurin í Sarpugerði greiddu okkara kvinnur setningin og vunnu í tøttum dysti grannauppgerðina. Rebekka og Ninna hava skrivað dagsins dystarfrásøgn.


Vit knógvaðu grannunum í allar fagrasta summarveðrið. Sunnudagin vunnu vit tepurt, men fult uppiborið, 1-0 á grannunum úr B36, og harvið styrktu vit um triðja plássið. Í gjár vóru fleiri nýggjar á liðnum.

Okkara góða gamla Liljan, sum ikki hevur verið so nógv við seinastu dystirnar, var aftur í miðverjuni, sum hon stýrdi serstakliga væl við orðum og gerðum.

Saman við miðverjanum Marjuni og vongbakkunum Leu og Ninnu stóð verjan so mikið stinn, at B36 so at siga ongan veruligan møguleika hevði allan dystin, og Simona í málinum slapp frá at vísa síni stóru kynstur.

Í álopinum hevði Milja fingið nýggjan makkara í ungu evnaríku Juliu Naomi av Tvøroyri, sum fyri fyrstu ferð spældi í bestu deildini. Tær báðar vístu til tíðir góðar taktir í samanspælinum, og báðar høvdu fleiri royndir á málið.

Longu í 7. minutti varð um reppið, at Julia Naomi legði okkum framum. Hon fekk bóltin spældan út í vinstu síðu, har hon sneiddi framvið B36-leikara, og við væl plaseraðnum skoti, ið B36-málverjin einki fekk gjørt, við varð nær við, men bólturin rakti tíverri tvørtræið.

Somuleiðis varð Milja eisini spæld ígjøgnum, men B36-verjan hevði lagt seg eftir at ansa væl eftir, at hon ikki kundi renna frá teimum. Í seinni hálvleiki var leikgondin tann sama, og serliga væl stríddust Jónva og Ása í “maskinrúminum” og so Rebekka og Elin Maria á vongunum.

Nú gekst eisini betri at spæla Milju leysa í eyðkendum stíli, men tíverri rakti hon stongina, ella fór bólturin framvið stongini, tá ið hon kom til skot. Við eitt sindur størri hepni høvdu vit verið á odda longu tíðliga í seinna hálvleiki.

Tá ið seinni hálvleikur fór at líða, og støðan framhaldandi var 0-0, vildi venjarin Allan royna okkurt annað. Inn kom Sara – ið eftir eitt ár á eftirskúla nú aftur spælir við HB. Hon takkaði fyri álitið og gjørdi ikki mætari enn skora siðursmálið, tá ið umleið 10 minuttir vóru eftir.

Vit fáa eitt fríspark nakað inni á B36-hálvuni í høgru síðu, og vit koyra tað mesta av fólkinum fram. Lea verður sett at skjóta, og hon leggur ein góðan bólt við fremru stong, har Sara sníkir seg fram og stútar í málið til stóra frøi fyri okkum og okkara trúgvu áskoðarum.

Hóast 10 minuttir vóru eftir, so megnaði B36 ikki at leggja okkum undir trýst, heldur vóru tað vit, ið vóru nærri við at skora til 2-0.

Samanumtikið var hetta ein góður sigur fyri okkum, og vit vístu sera góðan hugburð og stríðsvilja. Spælið er kanska nakað stirvið eftir steðgin, men hetta hava vit nakrar vikur at betra um til steypafinaluna, ið bíðar okkum um nakrar vikur


Koyr á, HB!!!!


HAGTØLINI

Kvinnur, 12 umfar: sunnudagin 6. august 2017 kl. 18.00 í Gundadali

HB – B36 1-0 (0-0)
1-0 Sara Lamhauge

Gult kort: Marjun undir Kletti

Liðið: Simona Heinsen – Marjun undir Kletti, Julia Naomi Mortensen (Rannvá Mortensen 83), Milja R. Simonsen, Ninna Hansen, Ása á Reynatúgvu (liðsk.), Jónvá Hentze, Lea Hansen, Liljan av Fløtum, Elin Maria Isaksen (Sara Lamhauge 70) og Rebekka Benbakoura

Óbrúktir eykaleikarar: Maria Elsudóttir og Alda av Skarði

Venjari: Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Ríkin N. Djurhuus

Dómari: Stephan Petursson
Hjálpardómarar: Jákup L. Stenberg og Heini Viðoy


Myndir: Rakul Hansen