KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - B36
leygardagin 21. oktober
kl. 15.15

 
1. DEILD MENN
HB - TB/FCS/Royn
leygardagin 21. oktober 
kl. 12.30


Bronsa
 

 

 


Stuðlar







Mynd: Rakul Hansen (savnsmynd)

Kvinnurnar taptu móti oddaliðnum

Kvinnur11-08-2017 - Jónfinn Petursson

Kvinnur, 13. umfar: HB – EB/Str./Skála 1-4

Í oysandi regni fingu vit eina áminning um at EB/Str/Skála er eitt sterkt lið, og at okkara ungu kvinnur eru á rættari kós.


Vit vóru væl við í fyrra hálvleiki, men tveir stórir persónligir feilir kostaðu, og var støðan 2-0 til gestirnar tá dómarin bríkslaði til hálvleik.

Vit høvdu eisini okkara kjansir, men sum ikki einaferð, so er tað sera trupult at fáa bóltin tað seinasta pettið inn um linjuna.

Seinni hálvleikur byrjaði sum fyrsti hevði verði, men eftir eina feilavlevering á miðum vølli, endar við at EB/Str/Skála ger tað til 3-0. Nú virkaði tað sum um luftin fór úr okkum, og stutt eftir var støðan 4-0.

Nú sá ikki gott út hjá okkum, men tvær útskiftningar og onkur rokering á liðnum, hevði við sær at vit fótaðu okkum aftur.

Seinastu 20 minuttirnar virkaði tað sum um okkara leikarar spakuliga funnu arbeiðshanskarnar fram aftur, og tá góðir 15 minuttir vóru eftir at leika, tók Milja sakirnar í egnar hendur, og driblaði framvið tveir leikarar og smekkaði til uttanfyri 16 meturin, og bólturin sat flott í málinum. Eitt fantastiska flott mál!

Vit eru við gott mót, tí vit eru øll samd um at hetta liðið, hóast hendinga afturstig, er á veg rætta vegin. Vit hava nógvar góðar leikarar, sum veruliga tíma at venja.

Komandi mikudag taka vit í móti B68 sum liggur niðarliga á talvuni, men vit vita at har fáa vit einki forerandi. Tveir teprir sigrar til okkum á Svangaskarði fortelja okkum, at vit skulu verða klár, og tað verða vit.

Vit gleða okkum til uppgávuna!


Koyr á, HB!!!!


HAGTØLINI

Kvinnur, 13 umfar: mikudagin 10. august 2017 kl. 19.30 í Gundadali

HB – EB/Str./Skála 1-4 (0-2)
0-1 Birna Johannesen 26’
0-2 Heidi Sevdal 41’
0-3 Ansy Sevdal 59’
0-4 Margunn Lindholm 70’
1-4 Milja R. Simonsen 73’

Gult kort: Nadja Johannesen og Marjun undir Kletti

Liðið: Simona Heinesen – Marjun undir Kletti, Julia Naomi Mortensen (Rannvá Mortensen 75), Milja R. Simonsen, Ninna Hansen, Ása á Reynatúgvu (liðsk.), Jónvá Hentze (Nadja Johannensen 46), Lea Hansen, Liljan av Fløtum, Elin Maria Isaksen (Sara Lamhauge 75) og Rebkka Benbakoura

Óbrúktir eykaleikarar: Maria Elsudóttir og Janita Ole-Jacobsen

Dagsins leikari: Milja R. Simonsen

Venjari: Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Gissli Sveinbjørnsson

Dómari: Stephan Petursson
Hjálpardómarar: Andrass Thomsen og Jákup L. Stenberg


Meira info um kvinnurnar kann síggjast her.