KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - KÍ
Ólavsøkudag
kl. 16.00

 
1. DEILD MENN
B36 - HB
mikudagin 26. juli
kl. 19.00


HB - B36
sunnudagin 6.august
kl. 18.00


 

 


Stuðlar







Felagsmynd av kvinnunum tikin áðrenn dystin um finaluplássið.

Kvinnurnar í steypafinaluni

Kvinnur26-06-2017 - Helgi Nielsen

Leygardagin tryggjaðu kvinnurnar hjá okkum sær plássið í steypafinaluni á Tórsvølli tann 9. september, har tær skulu dystast móti EBS/Skála um steypið.

Leygardagin var seinna hálvfinala í steypakappingini hjá kvinnum á skránni. Dagurin byrjaði við, at vit møttu kl. 15 í HB- húsinum og fingu ein lekkran bita. Eftir tað gingu vit øll ein túr yvir í plantasjuna og fingu tankarnar á okkurt annað eina løtu. Øll vóru sera spent, so tað var gott at fáa fríska luft, og sleppa at hugna okkum saman áðrenn. 

Kl. 18 varð dysturin bríðkslaður í gongd og var sera javnur. Vit vóru tó meira á bóltinum, og okkara álopsleikarar hóttu B36 verjuna. Tá 28 min. vóru leiktir, lobbaði Rebekka ein góðan bólt uppum verjuna, Milja var klár, og so var 1-0. Hendan leiðslan helt sær líka til 7 min. áðrenn hálvleik. B36 fekk fríspark beint uttanfyri feltið, úti í okkara vinstru síðu. Ásla skeyt eitt hart gott fríspark yvir múrin, og beint á málið, Simona fekk hendurnar á bóltin, men tíverri fór hann inn í málið. Hálvleiksstøðan var 1-1. 

Eftir hálvleikin hildu bæði liðini fram við at pressa og nógvir møguleikar komu burturúr. Tá ið 83 min vóru spældir skoraðu tær hvítu aftur og støðan gjørdist 2-1. Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið. Sigast skal at bæði liðini høvdu nógvar kjansir at skora fleiri mál. Samanlagt yvir báðar hálvfinalu dystirnar, var støðan 5-3 til okkum, tí var úrslitið gott nok! Frøðin var stór hjá bæði okkum leikarum, og venjarum. Vit eru í steypafinaluni!!! Hon verður leikt 9. septembur á Tórsvølli. Mótstøðuliðið verður EBS/Skála.

KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Steypakapping kvinnur, 2. hálvfinala leygardagin 24. juni 2017 kl. 18.00 í Gundadali

HB - B36 1-2 (1-1)
1-0 Milja R. Simonsen
1-1 Simona Heinesen (sm)
1-2 Anna Malena Højgaard

Gult kort: -

Liðið: Simona Heinasen - Marjun undir Kletti, Julia Helena Henriksen (Poula Andreasen 87), Nadja Johannesen, Milja R. Simonsen, Ninna Hansen, Ása á Reynatúgvu (liðsk.), Jónvá Hentze, Lea Hansen, Elin Maria Isaksen (Sólrun Thomsen 90), Rebekka Banbakoura (Rannvá Mortensen 92)

Óbrúktur eykaleikarar: Maria Elsudóttir og Janita Ole-Jacobsen

Á beinkinum: Allan Dybczak og Gisli Sveinbjørnsson

Dagsins leikari: Rebekka Benbakoura

Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Stephan Petursson

4. dómari: ?