KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - B36
leygardagin 21. oktober
kl. 15.15

 
1. DEILD MENN
HB - TB/FCS/Royn
leygardagin 21. oktober 
kl. 12.30


Bronsa
 

 

 


Stuðlar







Kvinnurnar endaðu við stórsigri

myndir07-10-2017 - Jónfinn Petursson

Kvinnur, 20. umfar: HB – B68 5-2

Kvinnurnar endaðu ársins landskapping við dysti móti B68 í Gundadali. Áðrenn hann sjálvur hevði fingið skógvarnar uppá, var lagt farið í gongd.


Klokkan var farin av tíggju tá HB og B68 brustu saman, og hóast drápuliga tíðspunktið høvdu nøkur leitað sær í Gundadal og fleiri løgdust til.

Stóru spælarin í dag var Rebkka Benbakoura sum við reinum hatrikki staðfesti sítt risa stóra potentiali. Longu tá ellivu minuttir vóru leikti var hon send avstað og sendi bóltin í málið.

Toftagentur komu betur við sum hálvleikinum leið, men vit vóru neyvari tá ástóð og útbygdu leiðsluna sjey minuttir fyri hálvleik. Aftur var Rebkka Benbakoura send avstað eftir gott smáspæl, og ísakalt sendi hon bóltin í málið.

Rebekka fulgjørdi sítt hatrikk seks minuttir inni í seinna hálvleiki og var eingin vegur aftur hjá gestunum. Fimm minuttir eftir var 4-0 og hesuferð var Milja seinast á bóltinum.

Laila Pætursdóttir minkaði um munin fyri gestirnar beint á tímaslagnum, men bara tveir minuttir seinni fingu vit brotsspak. Liljan av Fløtum var trygg og umsetti til mál.

Eitt mál kom afturat. Rúna Olsen bleiv spæld í gjøgnum og við góðum skoti pyntaði hon um úrsltiið til endastøðuna 5-2.

Eftir dystin kundu kvinnurnar læta seg heiðra sum bronsu vinnarar. Saman við silvuheiðursmerkjunum í steypafinaluni mugu vit bara staðfesta, at ársúrslitið er avgjørt góðkennt.

Samstundis sum vit fegnast um flotta úrslitið hjá okkara kvinnum, fara vit at ynskja EB/Streymur/Skála hjartaliga til lukku við greipuni.


Koyr á, HB !!!!


HAGTØLINI

Kvinnur, 20. umfar: leygardagin 7. oktober 2017 kl. 10.00 í Gundadali

HB – B68 5-2 (2-0)
1-0 Rebkka Benbakoura 11’
2-0 Rebkka Benbakoura 38’
3-0 Rebkka Benbakoura 51’
4-0 Milja R. Simonsen 56’
4-1 Laila Pætursdóttir 60’
5-1 Liljan av Fløtum 62’
5-2 Rúna Olsen 75’

Liðið: Simona Heinsen – Julia Naomi Mortensen (Poula Andreasen 75), Nadja Johannensen, Milja R. Simonsen, Ninna Hansen, Ása á Reynatúgvu (liðsk.), Jónvá Hentze, Lea Hansen, Sara Lamhauge (Marjun undir Kletti 46), Rebkka Benbakoura og Sólrun Thomsen (Liljan av Fløtum 46)

Óbrúktir eykaleikarar: Maria Elsudóttir – Alda av Skarði og Julia Helena Henriksen

Venjari: Allan Dybczak
Hjálparvenjari: Gisli Sveinbjørnsson

Dómari: Rani A. Skaalum
Hjálpardómarar: Ottar í Funningsstovu og Kristian Dam


Myndir: Rakul Hansen