KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Kvinnurnar enda leygardagin

Kvinnur06-10-2017 - Jónfinn Petursson

Leygardagin 7. oktober leika okkara kvinnur ársins seinasta dyst í bestu kvinnudeildini.

Vit taka ímóti B68 í Gundadali. Dysturin verður sum vanligt leiktur á ovara vølli og byrjar kl. 10.00.

Eftir dystin fara leikararnir at hugna sær við einum góðum bita og fara helst at hyggja eftir spennandi dystinum millum EB/Streymur/Skála, ið verður stroymaður sambært FSF.

Árið hevur verði gott, og einki er at taka seg aftur í, at liðið hevur ment seg ótrúliga nógv. Sum tær skriva á Facebook, so gleða tær seg almikið til ársins seinasta dyst, og hóast tíðspunktið fara vónandi fleiri at leita sær í Gundadal at takka kvinnunum fyri í ár.


Mynd: hb-kvinnur/facebook (helst: nordlysid.fo)