KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
ÍF - HB
hósdagin 24. august
kl. 18.00

 
mikudagin 23. august 
kl. 18.00


EBS/Skála - HB
sunnudagin 27. august
kl. 17.00


 

 


Stuðlar







Grannarnir sendir heim vid ongum

Kvinnur20-03-2017 - Jónfinn Petursson

Kvinnur, 2. umfar: HB – B36 3-0

Kvinnurnar byrjaðu landskappingina leygardagin. Kvinnukappingin er skipað soleiðis, at ein yvirsitari er hvørt umfar, og seinast vóru tað vit. Tí byrjaðu vit ikki fyrr enn nú.

Sum nakað nýtt fara vit her at skriva dystarfrásøgnin sum kvinnurnar sjálvar senda okkum, og hvussu tær hava upplivað dystin. Hesa ferð eru tað Marjun undir Kletti og Simona Heinesen, sum taka samanum:

Ársins fyrsti dystur hjá okkara kvinnum var leygarkvøldið í móti grannanum úr B36. Liðini bæði hava leikt onkrar vinardystir í vetur, og úrslitini eru koppað báðar vegir í teimum dystunum.

Seinasti vinardysturin millum liðini bæði endaði við einum 9-2 sigri til tær hvítur, so okkara kvinnur høvdu nógv at hevna til ársins fyrsta landskappingardyst.

Veðrið var av tí allar ringasta, tá dagsins dómari, Óli G. Samuelsen, floytaði dystin ígongd. Um tað var veðrið, sum forstýraði okkara kvinnur, er ilt at siga, men fyrstu løtuna av dystinum sat B36 á øllum.

B36 royndi seg við stikningum, men okkara verja og málverji vóru vælspældandi, og tí blivu hesar ongantíð farligar.

Sum fyrri hálvleikur líður, koma okkara betur við í dystin, og væll leikandi miðjan og áleyparin eru ofta tætt við at koma til kjansir, men verjan hjá B36 megnar hvørja ferð at fáa eina tá á, so álopini verða til einki.

Tá 29 minuttir eru leiktir, bragdar endiliga. Rebekka hevur bóltin og spælur hann víðari til Elin Mariu, sum hegnisliga leggur bóltur upp um framstormandi málmannin hjá B36 og 1-0 til okkum. Rómurin var stórur á kvinnunum, tá bólturin fekk netið í málinum at flyta seg.

Okkara hildu fram at trýsta B36, og vit kundu eisini við eitt sindur av hepni verið komnar fram um við fleiri málum áðrenn hálvleik. B36 royndi at svara aftur, og eftir trunkaspæl í málteiginum hjá okkum kemur ein av teimum hvítu at standa væl fyri og skýtur, men málverjin hevði lúrt hana av og bjargaði skotinum.

Okkara hildu fram við góða spælinum í seinna hálvleiki og koma til fleiri góðar málmøguleikar. B36 roynir at trýsta fyri at fáa útjavnandi málið, men verjan hjá okkum spælir ein góðan dyst, og tá B36 megnar at koma framvið verjuni, stendur Simona í málinum fyri.

Tá 73 minuttir eru leiktir, sendir Sólrun ein góðan bólt upp um verjuna hjá B36, og Rebekka er einsamøll við málverjanum hjá B36, hon takkar fyri álitið og setur bóltin trygt í málið til 2-0. Fáar minuttir seinni er sama Rebekka aftur uppá spæl. Ein verjuleikari hjá B36 feildømir bóltin, og Rebekka er skjót avstað og setur bóltin flott í málið til endaliga úrslitið 3-0.

Síðstu løtuna royndi B36 at trýsta, men var tað tættari 4-0 til okkum enn 3-1 til B36. Tá dómarin blásti í floytuna síðstu ferð, var stórur rómur á okkara kvinnum og fram møttu HB-áskoðarunum.

Til stuttleikar kann leggjast afturat, at tríggjir leikarar høvdu debut á besta kvinnuliðnum hjá okkum í dystinum í móti B36. Janita og Simona spældu sín fyrsta dyst fyri HB, meðan fyri Nadju var dysturin ikki bert fyrsti dystur fyri HB, men eisini fyrsti dystur í bestu kvinnudeildini.

Næsti dystur hjá kvinnunum er sunnudagin 26. mars á útivølli móti EBS/Skála.


Koyr á, HB!!!!


HAGTØLINI

Kvinnur, 2. umfar: leygardagin 18. mars 2017 kl. 17.30 í Gundadali

HB – B36 3-0 (1-0)
1-0 Elin Maria Isaksen 29’
2-0 Rebekka Benbakoura 73'
3-0 Rebekka Benbakoura 80

Liðið: Simona Heinesen – Marjun undir Kletti, Janita Ole-Joensen (Nadja Johannensen 60), Ninna Hansen, Ása á Reynatúgvu (liðsk.), Jónvá Hentze, Lea Hansen, Elin Maria Isaksen, Rebekka Benbakoura, Poula Andreasen (Julia Helena Henriksen 80) og Sólrun Thomsen

Óbrúktur eykaleikarar: Rannvá Mortensen, Alda av Skarði og Barbara Prior

Venjari: Allan Dybczak

Dómari: Óli G. Samuelsen
Hjálpardómarar: Johannes F. Jensen og Laurits í Króki

Mynd: Rakul Hansen