KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Jan Laursen høvuðsungdómsvenjari

Felagið06-10-2017 - Jónfinn Petursson

Ungdómsarbeiðið í Havnar Bóltfelag verður raðfest sera høgt í felagnum, og karmarnir fyri menningini av ungu leikarunum í felagnum skulu vera á hægsta støði í landinum.


Seinastu fimm árini hevur Milan Cimburovic verið høvuðsungdómsvenjari. Milan hevur røkt hesa uppgávu sera væl, og øll tann orkan sum Milan á sín ábyrgdarfulla hátt hevur lagt í ungdómsarbeiði hjá HB hevur eitt stórt virði fyri felagið. Tað er tí ein væl røkt ungdómsdeild sum Milan letur eftir sær.

HB takkar Milan fyri stóra arbeiði hann hevur gjørt í felagnum, men nú ynskir felagið at royna nakað nýtt, soleiðis at fótbóltsmenningin hjá bæði gentum og dreingjum í Havnar Bóltfelag kemur uppá eitt enn hægri støði komandi árini.

Nýggi høvuðsungdómsvenjarin, Jan Mølvad Laursen, er ikki hvør sum helst í fótbóltsumhvørvinum. Hann hevur UEFA A-venjaraprógv, og hevur drúgvar royndir sum venjari bæði á dreingja- og gentusíðuni, har hann hevur venjararoyndir frá øllum árgangunum, heilt frá U4 til U18. Í løtuni er hann eisini venjari hjá U17 landsliðnum hjá gentum.

Jan er eisini vegleiðari í venjaraútbúgvingunum hjá FSF, og hansara drúgvu leiðsluroyndir frá øðrum arbeiði eru sera viðkomandi royndir at hava við sær til leiklutin sum høvuðsungdómsvenjari.