KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
5. pláss

 
 

 


Stuðlar







Jan Laursen farin til verka sum høvuðsungdómsvenjari

Felagið02-12-2017 - Jónfinn Petursson

1. desember byrjaði Jan Laursen sum høvuðsungdómsvenjari hjá HB, men longu hóskvøldið 30. november skipaði hann fyri einum felagsfundi fyri allar áhugaðar ungdómsvenjarar í felagnum.


Har greiddi hann frá ætlanunum fyri komandi ár. Jan hevur fyrireikað seg væl saman við ungdómsnevndini, og ávísar broytingar verða í venjarabygnaðinum.

Størsta broytingin í venjarabygnaðinum er, at nú verða tað 3 chefvenjarar undir leiðslu av høvuðsungdómsvenjaranum, sum hava høvuðsábyrgdina av teimum ymisku árgangunum, bæði á gentu- og dreingjasíðuni,

Chefvenjararnir koma so at hava fleiri venjarar og hjálparvenjarar afturat sær til teir ymisku árgangirnar. Ein chefvenjari hevur ábyrgdina av gentusíðuni, ein hevur ábyrgd av U17 dreingjum og ein hevur ábyrgdina av U15 dreingjum.

Harumframt virka chefvenjararnir eisini sum vegleiðarar og mentorar hjá venjarum og leikarum í lægri árgangunum.

Í ungdómsdeildini verður rúm fyri øllum, bæði breidd og elitu, har øll fáa fáa nógv burturúr.

Eitt spennandi ár fyri framman hjá ungdóminum og venjarum í HB.