Havnar Bóltfelag

KUNNING

 

BOÐ

19. august
Smápiltar 2000-2001
16. august
Pinkur og
Gentur 10-12
12. august
Smádreingir 96-97
12. august
Smápiltar (2000)
9. august
Piltar 1999
9. august
Smágentur/gentur
(
12-14 ár)

KOMANDI DYSTIR

HB-HÚSIÐ

LÝSINGAR

VENJINGARTÍÐIR

 GEVIÐ GÆTUR


Ársins lutaseðil - Vinn eina ÍBÚÐ fyri bara 100 kr.!!

HB - mesta vinnandi felag í Føroyum!
 
Vodafonedeildin
21. umfar
HB - FC Suð.
sunnudagin
12. sept. kl. 15.00
---

Síðsti dystur
B71 - HB 0-2

Bussferðir
HB-stuðlar skipa fyri busstúri til útidystir
Komið við!

Soccerway
 


STUĐLAR

HB-KALENDARIN
<
September  2010
>
MTMHFLS
   
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
     
Vodafonedeildin


16. umfar - ólavsøkuaftan, mikudagin 28. juli 2010 kl. 18.30 í Gundadali

HB - B71
0-1 Símun Hansen 45
1-1 Fróði Benjaminsen (br.) 59
1-2 Tomas Hans Rubeksen 76

Liðið: Tórður Thomsen – Vagnur Mohr Mortensen, Þórur S. Hreiðarsson, Rógvi S. Holm, Hendrik Rubeksen - Rógvi Poulsen, Kristin R. Mouritsen, Fróði Benjaminsen (liðsk.), Símun Samuelsen, Levi Hansen - Andrew av Fløtum

Óbrúktir eykaleikarar: Marcin Dawid, Óli Arge og Kári Nielsen
Á beinkinum:  Kristján, Jóannes, Gudrid, Jan F. og Ólavur

Gul kort: Fróði Benjaminsen, Andrew av Fløtum og Hendrik Rubeksen
Reyð Kort: -
Dagsins maður:
Rógvi Poulsen
Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Jens Albert Simonsen og Regin Egholm

Sandoyingar spiltu spælið

Triði ósigurin í ársins Vodafonedeild var tíverri veruleiki á sjálvum tjóðarhátígardegi okkara. Í fagrastu líkindum í Gundadali, megnaði B71 tað óvæntaða. Við frálíkum verjuspæli, ágrýtnum skjótálopum og væl stuðlaðir av øllum uttan okkara egnu áskoðarum kláraðu teir at binda fyri, samstundis sum vit ikki megnaðu at seta trumf á.


Picasa & HBTekstur: Jónfinn Petursson
Myndir: Heðin Weihe
Síggj myndarøð frá dystinum her.

Triði ósigurin er veruleiki, hóast tað skuldi verða so óluksáliga nógv annaleiðis, um tað gekk sum ætlað. Tað gjørdi tað ikki og enn hava vit ikki rættiliga funnið uppskriftina hvussu vit skulu lata tíggjumanns verju upp. Royni við langskotum næstu ferð.

Sandoyingar skulu tó hava rós uppiborið fyri frálíkan hugburð. Sum tað sæst á myndini omanfyri stóðu fleiri ferð fleiri manns í málinum.

Símun Hansen legði gesirnar framum við dundur langskotið beint fyri hálvleik. Beint á tímaslagnum javnaði Fróði Benjaminsen við brotssparki eftir at Vagnur var feldur. Vit løgdu nógv trýst á, men oftast uttan serligt mið, júst sum á Argum á sinni.

Í 76. minutti hendi tað ið ikki mátti henda. B71 leggur seg á odda eftir skjótt mótálop. Dómarin kundi eins væl dømt brotsspark, men valdi, sum rætt var, at lata fyrimunin koma gestunum til góða.

Hetta steypið fingu vit so ikki, tí tá Eiler bríklaði av fyri síðstu ferð, høvdu vit ikki megnað at skora útjavnandi málið. Tí standa vit í sama stað sum undan dystinum.

Longu sunnudagin skulu vit aftur á vøllin, tá framskundaði dysturin ímóti ÍF verður leiktur. Vónandi við betri úrsliti. Skál og góða ólavsøku.

KOYR Á, HB !!!!

Havnar Bóltfelag | Gundadalur | Postsmoga 1333 | 110 Tórshavn | Telefon +298 314046 | Telefaks +298 318502 | hb@hb.fo | Logga á

Designed by Grafik Studio • Copyright 1998-2006 Havnar Bóltfelag