| M | T | M | H | F | L | S |
| |
|
1 |
2 |
3 |
4 |
5 |
| 6 |
7 | 8 |
9 |
10 |
11 |
12 |
| 13 |
14 |
15 |
16 |
17 |
18 |
19 |
| 20 |
21 |
22 |
23 |
24 |
25 |
26 |
| 27 |
28 |
29 |
30 |
|
|
|
|
|
|
14. umfar - sunnudagin 17. juni 2010 kl. 15.00 í Gundadali
HB - EB/Streymur 0-1 Gudmund Nielsen 16 1-1 Fróði Benjaminsen 18 2-1 Andrew av Fløtum 34 3-1 Rógvi Poulsen 45 3-2 Egil á Bø 53 4-2 Símun Samuelsen 54 5-2 Símun Samuelsen 69
Liðið: Marcin Dawid - Pætur Jørgensen, Tórður Hreiðarsson (Tór-Ingar Akselsen 46), Hans á Lag, Henrik Rubeksen - Fróði Benjaminsen (liðsk.), Levi Hansen, Vagnur Mohr Mortensen, Rógvi Poulsen, Símun Samuelsen (Jógvan Skeel Nolsøe 84) - Andrew av Fløtum
Óbrúktir eykaleikarar: Kaj Niclasen og Poul Thomas Dam Á beinkinum: Kristján, Jóannes, Gudrid, Jan F. og Ólavur
Gul kort: Hans á Lag og Vagnur Mohr Mortensen Reyð Kort: - Dagsins maður: Símun Samuelsen Dómari: Petur Reinert Hjálpardómarar: Jan á Líðarenda og Jón Kári í Brekkuni
Spælistova í Gundadali
Við besta spælinum í ár hava vit sent sundalagsmenn norð aftur ongul í reyv. Símun Samuelsen vísti hví vit so fegin vildu hava fatur í honum í ár. Tvey mál og ein málgevandi avlevering saman við einum frálíkum avriki sum heild. Rógvi, Andrew og Fróði skoraðu hini málini. Bara synd at vit nú skulu í summarfrí. Vit gleða okkum til seinnu hálvu.
 Símun hevur júst skorað sítt seinna mál
 | Tekstur: Jónfinn Petursson Myndir: Páll Arni Berg Síggj myndarøð frá dystinum her. |
Eftir keðiligu úrslitini í tveimum teimum síðstu umførunum, varð vónað at leikararnir fóra at svara kritisku røddunum aftur í dag. Og tað gjørdu teir. Dysturin í dag, var avgjørt besti higartil. Havast skal tó í huga, at sundalagsmenn eiga sín avgjørda lut í hesum. Vit kendu tó betur okkara vitjunartíð og vunnu tí greiðan sigur.
Fyrsta korterið var tó ikki so nógv at skriva heim um. Nakrar spjaddar royndir vóru, men ikki nakað serligt annað. Gongd kom tó í tá 16 minuttir vóru leiktir. Gudmund Nielsen bleiv púra fríur tá ein av okkara av misgávum skallaði bóltin upp um egna verju. Gudmund takkaði fyri blíðskapin við at senda bóltin í netið, uttan møguleika hjá Marcin at bjarga.
Vit mistu tó ikki mótið. Bara tveir minuttir seinni var javnt aftur. Dagsins maður, Símun Samuelsen, sendi eina góða sending inn í brotsteigin. Púra ótarnaður slapp Fróði at skalla í netið. Ikki serliga gott verjuspæl hjá gestunum.
Spælið koyrdu nú aftur og fram og satt at siga var løtan heilt undirhaldandi. Tá stórur hálvur tími var leiktur legði Andrew okkum framum. Eftir horna verður bólturin spældur aftur og fram tvørtur um brotsteigin hjá gestunum. Endin er at Rógvi leggur bóltin inn til Andrew, sum við frálíku innarusíðuni plaserar bóltin í málið.
Gudmund átti at minka um munin, tá hann gjørdist leysur inni undir málinum. Tíbetur kom Doddi fyri í síðstu løtu. Seinni í yvirtíðini av fyrra hálvleiki punkteraði Rógvi dystin, við ársins higartil besta máli í Gundadali. Hann vinnur sær bóltin og strýkur framvið brotsteiginum. Komin í góða støðu sendur hann eitt frálíkt langskot dygst úti við stongina í longra horni. 3-1 og eingin vegur aftur.
Í steðginum var Doddi noyddur at tveita handklæðið í ringin og lata seg skifta út við lærskaða. Inn kom Tór-Ingar. EB/Streymur var nær við at minka um munin í 49. minutti, tá eitt fríspark, tíbetur fyri okkum, bleiv rættað av soleiðis at vit fingu málspark.
Símun Samuelsen leikti sín allar besta dyst í reyð/svørtu blusuni nakrantíð. Eitt av fleiri komandoraidum í vinstru síðu endar við góðari sending inn í brotsteigin. Tíverri var Rógvi akkurát ov stuttur at røkka bóltinum.
Í 53. minutti fingu gestirnir enn eitt fríspark. Langt úti úr okkara vinstru síðu, bleiv bólturin sendur væl tvørtur um allar í brotsteiginum. Egil á Bø hevði snýkt seg fram til handaru stong og sera hegnisliga sendi hann bóltin í málið. Kanska var okkara verja ikki heilt klár, men einki skal takast frá Egli, hatta málið kundi eins væl verið skorað í Rustenburg, ella har á leið.
Enn einaferð svaraðu vit aftur beinanvegin og enn einaferð var Símun uppá spæl. Hann rekur inn í brotsteigin og dregur eitt sindur útfrá aftur áðrenn hann sendur eitt hart, flatt skot frálíka væl í longra horni uttan møguleika hjá Rene Tórgarð at bjarga. Næstbesta málið í dag.
Við hesum brustu allar vónir hjá gestunum um at koma inn í dystin aftur. Brian Olsen royndi seg tó við góðum skoti, men vælleikandi Marcin Dawid var fyri.
Tá stórir tjúgu minuttir vóru eftir, øktu vit enn einaferð. Onkursvegna fekk Símun bóltin í málið eftir misskiljing ímillum málmann og verju. Nú hildu vit rættiliga spælistovu. Fróði hevði ein góðan skallara beint yvir og eitt frálíkt skot frá Símuni bleiv í síðstu løtu blokerað út til horna.
Egil á Bø hevði fingið blóð á tonnina og royndi seg við enn einum skotið, men tíbetur við síðuna av. Tá nakrir fáir minuttir vóru eftir høvdu sundalagsmenn ein tvífaldan møguleika. Í fyrru atløgu raktu teir á stongina og í seinnu roynd fekk Marcin boksa bóltin av vandaleið. Líta løtu seinni bleiv Símun Samuelsen tikin út og inn fyri hann kom Jógvan Skeel Nolsøe.
Fróði endaði ballið við at skalla yvir málið. Petur Reinert, ið enn einaferð dømdi ein fínan dyst, hevði nú sæð nóg mikið og bríkslaði til dystarlok.
Samanumtikið ein fínur sigur og eiga okkara leikarar alt rós uppiborið. Nú verður smátt um smátt farið í summarfrí, og tó. Næst á skránni er líka ein túrur til Eysturríkis. 13. juni leika vit á Red Bull Arena og 20. juli leika vit í Gundadali. Báðir dystirnir verða kl. 17 okkara tíð.
Eftir ætlan leika vit 16. umfar Ólavsøkuaftan 28. juli. Ístaðin fyri at leika 1. august, er avtala gjørd vit B71 um at spæla ólavsøkudyst tá.
Hvor om alting er. Nú sær loksins út til at maskinan er farin í gongd og gott er tað. Hjartaliga til lukku til okkum øll og takk fyri higartil. Frálíkt avrik.
KOYR Á, HB !!!! |
|
|