| M | T | M | H | F | L | S |
| |
|
1 |
2 |
3 |
4 |
5 |
| 6 |
7 | 8 |
9 |
10 |
11 |
12 |
| 13 |
14 |
15 |
16 |
17 |
18 |
19 |
| 20 |
21 |
22 |
23 |
24 |
25 |
26 |
| 27 |
28 |
29 |
30 |
|
|
|
|
|
|
13. umfar - leygardagin 19. juni 2010 kl. 19.00 við Løkin
NSÍ - HB 1-0 Christian Høgni Jacobsen 80 2-0 sami 89 (br)
Liðið: Marcin Dawid - Pætur Jørgensen (Jógvan Skeel Nolsøe 81), Tórður Hreiðarsson, Hans á Lag, Hendrik Rubeksen - Tór-Ingar Akselsen, Levi Hanssen, Fróði Benjaminsen, Rógvi Poulsen - Andrew av Fløtum (Milan Kulic 55) - Símun Samuelsen
Óbrúktir eykaleikarar: Tummas Juul Thomsen, Óli Arge og Kristin R. Mouritsen Á beinkinum: Kristján, Jóannes, Ólavur, Jan F. og Klæmint
Gul kort: Hans á Lag og Símun Samuelsen Reyð Kort: - Dagsins maður: Doddi Dómari: Rúni Gaardbo Hjálpardómarar: Regin Egholm og Johnleif Gerðisá
Stevnan bjargað
Annað tapið í ársins Vodafonedeild var veruleiki í dag tá Christian Høgni Jacobsen við tveimum málum sendi okkum djúpt niður í løkin. Vit hava nú slept endanum og eru glidnir niður á annað plássið. NSÍ hevur rættiliga havt vind í seglunum og einki sær út at kunna steðga teimum júst nú.

 | Tekstur: Jónfinn Petursson Myndir: Jan Otto S. Holm Síggi stutta myndarøð frá dystinum her |
Enn ein dystur við keðiligum úrsliti fyri okkara viðkomandi. NSÍ var omaná í fyrra hálvleiki har vertirnir vóru meiri kreativir og vit mest royndu okkum við skjótálopum. Vit royndu tó, men í dag rakk tað bara ikki til meir, hóast vit kundu hugsa okkum eina stigið.
Eitt sindur javnari var í seinna hálvleiki, men allatíðina var NSÍ vandamikið. Tá tíggju minuttir vóru eftir fingu vertirnir brotsspark. Hetta sendi Christian Høgni í netið.
Vit royndu at trýsta eftir hetta, men blivu fangaðir og enn einaferð var skarprættarin, Christian Høgni Jacobsen, á blettinum og økti til 2-0
Við sigrinum bjargaðu vertirnir Eystanstevnuni og sendu gestirnar avstað aftur ongul í reyv. Eins og dysturin á Argjum má hesin gloymast beinanvegin og mugu vit nú síggja fram til síðsta dystin í fyrru hálvu, sum verður komandi sunnudag. Tá taka vit ímóti EB/Streymi og verður hetta ein góður møguleiki at enda fyrru hálvu væl.
Ein serligur tanki verður sendur til Símun Rógva Hansen, sum júst nú liggur og stríðist á Landssjúkrahúsinum við brostnum blindtarmi. Vit vóna og biðja øll til at hann skjótast møguligt kemur fyri seg aftur.
KOYR Á, HB !!!! |
|
|