Havnar Bóltfelag

KUNNING

 

BOÐ

19. august
Smápiltar 2000-2001
16. august
Pinkur og
Gentur 10-12
12. august
Smádreingir 96-97
12. august
Smápiltar (2000)
9. august
Piltar 1999
9. august
Smágentur/gentur
(
12-14 ár)

KOMANDI DYSTIR

HB-HÚSIÐ

LÝSINGAR

VENJINGARTÍÐIR

 GEVIÐ GÆTUR


Ársins lutaseðil - Vinn eina ÍBÚÐ fyri bara 100 kr.!!

HB - mesta vinnandi felag í Føroyum!
 
Vodafonedeildin
21. umfar
HB - FC Suð.
sunnudagin
12. sept. kl. 15.00
---

Síðsti dystur
B71 - HB 0-2

Bussferðir
HB-stuðlar skipa fyri busstúri til útidystir
Komið við!

Soccerway
 


STUĐLAR

HB-KALENDARIN
<
September  2010
>
MTMHFLS
   
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
     
Vodafonedeildin



12. umfar - mikudagin 16. juni 2010 kl. 18.00 í Vika


AB - HB

1-0 Jógvan Skeel Nolsøe 86
1-1 Alex Mellemgaard 90

Liðið: Marcin Dawid - Pætur Jørgensen, Tórður Hreiðarsson, Vagnur Mohr Mortensen (Hans á Lag 90), Henrik Rubeksen - Fróði Benjaminsen (liðsk.), Milan Kulic (Jógvan Skeel Nolsøe 77), Levi Hansen, Rógvi Poulsen, Símun Samuelsen - Andrew av Fløtum (Tór-Ingar Akselsen 66)

Óbrúktir eykaleikarar: Tummas Juul Thomsen og Bárður Mortansson
Á beinkinum:  Kristján, Jóannes, Klæmint, Ólavur og Jan F.

Gul kort: -
Reyð Kort: -
Dagsins maður: Fróði Benjaminsen
Dómari: Petur Reinert
Hjálpardómarar: Jónleif Fredriksen og Andreas Petur Hansen

Súrir sokkar og tarnagass

Ringasti dystur okkara í ársins Vodafonedeild er júst liðugur. Hóast vit vóru á sigurskós, koppaði Alex Mellemgaard korthúsinum átta minuttir inn í yvirtíðina. Við einum irriterandi góðum frísparkið kelaði hann bóltin í nærmasta trýkant og stjól tvey stig frá einum máttleysum HB liðið sum stórsta partin av tíðini rann runt sum fluga í fløsku uttan mál og mið. Argjamenn vóru hinvegin ikki frægari og javnleikur er nú hóast alt á góðari leið.


Picasa & HBTekstur: Jónfinn Petursson
Myndir: Páll Arni Berg
Síggj myndarøð frá dystinum her.

Hetta var ikki gott. Ringur vøllur, keðiligt veður og vánaligur dystur. Í hesum HM tíðum er man kanska nakað kræsin, men hesin dysturin fer skjótt í gloymibókina. Kundi hugsa mær at vita hvønn dyst heimildarin hjá ÚF sipar til, men fyrri hálvleikur var eitt stórt vónbrot.

Evrard Ble og Mortan úr Hørg royndu seg fyri vertirnar, meðan Símun tvær ferðir og Fróði eina ferð royndu Heðin Stenberg í AB málinum. Fyrstu royndina frá Símun megnaði málmaðurin ikki at halda, men sera vísandi fyri dystin, var eingin av okkara áhugaður í at fylgja upp og tess vegna var hóast alt eingin trupuleiki.

Fyrri hálvleikur var sum heild deyður og einasta gleðin var at kaffi var at fáa í frálíka skýlinum í steðginum. Sigast skal tó, at nógvi vindurin, sum aftur í dag var á Argjum, gjørdi tað ikki lættari. Bara troyttandi at okkara ikki royndu seg við fleiri langskotum.

Seinni hálvleikur bleiv lítið betur. Vit royndu tó at spæla bólt, í hvussu so er fyrra partin av seinna hálvleiki. Øllum var greitt at vertirnir royndu at hála leikferðina niður og bara royndu seg við longum bóltum. Nakrar ferðir var um reppið. Eitt nú tá Aristide í máttloysi sparkaði bóltin langt burtur. Endin var at Marcin mátti jústa bóltin út til horna.

Á tímaslagnum hevði Stig Roar Søbstad eina góða roynd men Marcin bjargaði meistarliga. Seks minuttir seinni hendi so tað sum ikki mátti henda fyri AB. Heðin Stenberg kemur út fyri at sparka bóltin burtur, men onkursvegna meinslar hann seg so illa at hann mátti berast út á børu. Í hansara stað kom miðvallarin Evrard Ble.

Nú væntaðu vit at okkara menn fóru at koyra meir á fyri at seta nýggja málmannin undir trýst. Nakrar ferðir royndu vit, men ivaleyst er at vit hava hvørki plan A ella plan B. So tað var sera hugstoytt at síggja okkara renna runt uttan mál og mið.

Mál fingu vit tó. Petur dømdi óbeinleiðis fríspark inni í AB brotsteiginum eftir at Ble hevði gjørt ein elementeran málmansfeil. Dagsins maður, Fróði Benjaminsen, ger skjótt av, og áðrenn vertirnir eru komnir uppá pláss, sendur hann bóltin tvørturum til Jógvan Skeel sum trillar bóltin í málið. Øði í argjamonnum, men einki var galið við hasum.

Hetta var beint fyri at vanliga leiktíðin var farin, men enn vóru allar súðir ikki syftar. Tíggju minuttir vóru lagdir afturat, millum annað vegna skaðan sum Heðin Stenberg fekk.

Vit royndu nú at halda bóltinum gangandi meðan vertirnir enn sum áður sendu langar bóltar fram. Átta minuttir inni í yvirtíðini fær Arestide fríspark. Hetta var beint uttan fyri brotsteigin. Alex var settur at skjóta og restina vita øll. Eins og í Gundadali í fjør sendi hann bóltin hegnisliga yvir múrin og í netið. Sera flott avrik, men óluksáliga irriterandi.

Tvey stig eru enn einaferð tveitt burtur á Argjum og við sigrinum í Gøtu hevur NSÍ nú yvirhálað okkum, tó bara við betri málmuni. Vit fáa møguleikan aftur longu leygarkvøldið, tá vit spæla Eystanstevnudyst við Løkin ímóti júst NSÍ. Hetta verður so kærkomin møguleiki at vinna oddasessin aftur. Dagsins dystur skal bara gloymast og tað skjótt. Nú gleða vit okkum til at okkara fara at spæla gott.

KOYR Á, HB !!!!

Havnar Bóltfelag | Gundadalur | Postsmoga 1333 | 110 Tórshavn | Telefon +298 314046 | Telefaks +298 318502 | hb@hb.fo | Logga á

Designed by Grafik Studio • Copyright 1998-2006 Havnar Bóltfelag