| M | T | M | H | F | L | S |
| |
|
1 |
2 |
3 |
4 |
5 |
| 6 |
7 | 8 |
9 |
10 |
11 |
12 |
| 13 |
14 |
15 |
16 |
17 |
18 |
19 |
| 20 |
21 |
22 |
23 |
24 |
25 |
26 |
| 27 |
28 |
29 |
30 |
|
|
|
|
|
10. umfar - leygardagin 29. mei 2010 kl. 14.45 vesturi á Eiðinum
FC Suðuroy - HB 0-3 0-1 Rógvi Poulsen 53 0-2 Símun Samuelsen 75 (br) 0-3 Tór-Ingar Akselsen 85
Liðið: Marcin Dawid - Pætur Jørgensen, Tórður Hreiðarsson, Hans á Lag, Henrik Rubeksen - Fróði Benjaminsen(liðsk.)(Kári Nielsen 90), Milan Kulic, Tór-Ingar Akselsen, Rógvi Poulsen, Símun Samuelsen (Jógvan Skeel Nolsøe 90) - Andrew av Fløtum (Levi Hanssen 76)
Óbrúktir eykaleikarar: Símun Rógvi Hansen Á beinkinum: Kristján, Jóannes, Kaj, Jan F. og Ólavur
Gul kort: - Reyð Kort: - Dagsins maður: Marcin Dawid Dómari: Lars Múller Hjálpardómarar: Kristjan Sofus Petersen og Johnleif Gerðisá
Aftur á ovastu rók ...
Tað var fitt av vindi vesturi á Eiðinum í dag, og lat tað vera sagt beinavegin. Tað betra liðið vann dystin. Rættuliga fitt av HB áskoðarum høvdu leitað sær suður til Vágs at síggja liðið hjá okkum royna at endurvinna oddasessin í Vodafonedeildini. Ein sigur í dag vildi leggja okkum á oddasessin, tí fyrsti dysturin í 10. umfari var longu spældur í Fuglafirði í gjárkvøldið, og tað úrslitið kendu vit.

 | Tekstur: Eyðun Hansen Myndir: Heðin Weihe Síggj myndarøð frá dystinum her |
Tað virkaði ikki heilt sum at veðurforsøgnin á netinum og veruliga veðrið vesturi á Eiðinum, passaðu so øgiliga væl saman. Sjálvt um ein ikki er lokalkendur har suðuri, so var munandi meiri vindur enn veðurtíðindini høvdu boða frá dagin fyri. Líkamikið við tí.
Okkara menn komu at spæla við vindinum í ryggin í fyrra hálvleiki. Fyri okkum áskoðarar var breið semja um, at nú ráddi um at fáa sær eina leiðslu í fyrra hálvleiki, og helst í øllum førum við tveimum málum, tí tað fór uttan iva at vera tungt at spæla móti nógva vindinum í seinra hálvleiki.
Okkara menn tóku eisini dirigentstokkin beinavegin, og trýstu spælið heilt oman móti málinum hjá heimaliðnum. Men onkursvegna virkaði tað ikki til at blíva serliga málfarligt. Tey hornaspørk og fríspørk sum vit fingu, blivu ikki gagnnýtt serliga væl.
Sum fyrri hálvleikur leið, so kom heimaliðið eisini eitt sindur betur við í dystin, men tað var ikki ofta at Marcin hevði nakrar stórvegis trupuleikar av tí. Fyrri hálvleikur endaði málleysur, og var tað ikki sørt at vit sum stóðu uttanfyri vøllin, stúrdu eitt sindur fyri seinra hálvleiki, tá heimaliðið nú fekk nógva vindin í ryggin.
Vindin í ryggin ella ikki. Vit sóu næstan beinavegin í seinra hálvleiki, at okkara menn høvdu avtala at halda bóltin á jørðini so nógv sum gjørligt. Álopsspælið gekk munandi betur nú, og vóru tað framvegis vit sum høvdu initiativið í dystinum.
Tá knappliga 10 minuttir eru spældir í seinra hálvleiki, koma vit fult uppiborið á odda við einum málið frá Rógva Poulsen, og stór frøði á spælarunum og ikki minst á teimum mongu ferðandi áskoðarunum.
Suðuroyingar vóru nú noyddir at satsa eitt sindur meira frameftir, men tað var ikki so øgiliga ofta at teir komu fram til stórar málmøguleikar. Og tó. Ikki so langa tíð aftaná okkara leiðslumál, fer heimaliðið í álop, og endar tað við at ein av teirra áloyparum blívur púra leysur móti málinum. Marcin er skjótur út úr málinum, og í tvídystinum teirra millum, verður Marcin tann sigrandi og fær bjargað bóltinum til hornaspark.
Ikki hevði Marcin so øgiliga nógv at gera í dag, men hendan bjargingin var eisini verd tittulin “man of the match” sum Marcin eisini bleiv valdur av viðreisandi áskoðarunum eftir dystin.
Tá spældir eru 75 minuttir, blívur Tór-Ingar hálaður niður í kriminella feltinum, og dómarin Lars Múller hevði ikki nógvar aðrar møguleikar enn at døma brotsspark til okkara. Símun Samuelsen var settur at skjóta, og sveik hann ikki álitið og nú sóu vit veruliga ljóst uppá tingini.
Okkara menn vildu ikki slappa av, men hildu áfram at trýsta spælið langt uppi á vøllinum, so heimaliðið sjáldan kom til nakran veruligan málmøguleika. Stutt áðrenn vanliga tíðin var farin, kom Tór-Ingar í góða støðu, og gjørdi hann ikki mætari enn at seta bóltin í málið til 3-0 leiðslu til okkara menn.
Í tíðini sum eftir var, og tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, vóru tað okkara menn sum vóru nærri við at økja uppaftur meira, enn at heimaliðið minkaði um málmunin. Ikki er ofta at vit vinna við trimum málum í Vági, men í dag var hetta so ein veruleiki, og var hetta eisini fult uppiborið. Hetta bleiv best undirstrikað av, at okkara menn dugdu munandi betur at spæla móti nógva vindinum.
Vit hava nú endurvunnið oddasessin aftur í Vodafonedeildini, sum ÍF hevur lænt frá okkum í knappa viku. Her trívast vit best. Nú verður so støðgur í 14 dagar, tí landsliðið skal av landinum at spæla 2 venjingardystir.
Næsti dystur fyri okkara menn er á heimavølli, sunnudagin 13. juni, tá samanlagda liðið í Eysturkommunu, Víkingur, kemur í Gundadal at vitja. Hjartaliga til lukku til okkum øll, sera gott avrik.
KOYR Á, HB !!!! |
|
|