Havnar Bóltfelag

KUNNING

 

BOÐ

19. august
Smápiltar 2000-2001
16. august
Pinkur og
Gentur 10-12
12. august
Smádreingir 96-97
12. august
Smápiltar (2000)
9. august
Piltar 1999
9. august
Smágentur/gentur
(
12-14 ár)

KOMANDI DYSTIR

HB-HÚSIÐ

LÝSINGAR

VENJINGARTÍÐIR

 GEVIÐ GÆTUR


Ársins lutaseðil - Vinn eina ÍBÚÐ fyri bara 100 kr.!!

HB - mesta vinnandi felag í Føroyum!
 
Vodafonedeildin
21. umfar
HB - FC Suð.
sunnudagin
12. sept. kl. 15.00
---

Síðsti dystur
B71 - HB 0-2

Bussferðir
HB-stuðlar skipa fyri busstúri til útidystir
Komið við!

Soccerway
 


STUĐLAR

HB-KALENDARIN
<
September  2010
>
MTMHFLS
   
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
     
Vodafonedeildin


9. umfar - 2. hvítusunnudag 24. mei 2010 kl. 15.00 í Gundadali


HB - B36 2-2 (2-1)

1-0 Símun Samuelsen 23 min
1-1 Johan Ellingsgaard
1-2 Odmar Færø
2-2 Tórður Hreiðarsson 68 min

Liðið: Marcin Dawid – Pætur Jørgensen (Tór-Ingar Akselsen 67)– Tórður Hreiðarsson – Hans á Lag – Henrik Rubeksen - Fróði Benjaminsen, liðsk. - Milan Kulic – Rógvi S. Holm – Rógvi Poulsen – Símun Samuelsen – Andrew av Fløtum (Levi Hanssen 67)

Óbrúktir eykaleikarar: Símun Rógvi Hansen, Kári Nielsen og Jógvan Skeel Nolsøe
Á beinkinum:  Kristján, Jóannes, Jan F. , Ólavur og Klæmint

Gul kort: Andrew
Reyð Kort: -
Dagsins maður: Rógvi Poulsen
Dómari: Lars Múller
Hjálpardómarar: Jan Gardar og Jón Kári í Brekkuni

Stanton, enn einaferð

Í góðum fótbóltslíkindum, vóru vit enn einaferð vitni til eina grannauppgerð har ongin vinnari bleiv funnin. Eftir ein fyrra hálvleik har okkara menn heilt greitt høvdu munin, men har vit allíkavæl vóru aftanfyri 1-2 , var samlað sæð ein javnleikur á heilt góðari leið.



Picasa & HBTekstur: Eyðun Hansen
Myndir: Heðin Weihe
Síggj myndarøð frá dystinum her

Tað var fitt av áskoðarum í Gundadali í dag. Gleðiligt var at síggja at Red Lions høvdu funnið trummurnar framaftur. Takk fyri tað, og vónandi verða tit aftur klár til komandi heimadyst. Veðrið var eisini gott til fótbólt, hóast lotið var eitt sindur kalt.

Dysturin byrjaði eitt sindur varliga, har B36 hevði munin teir fyrstu 10 minuttirnar, men so við og við tóku okkara menn dirigentstokkin. Var tað ikki fyri ein vælspælandi Jóan Paula í B36 málinum, so hevði onki verið forgjørt um vit vóru á odda við meira enn tí eina málinum sum Símun Samuelsen skoraði eftir 23 minuttir. Bóturin hoppar inn móti málinum, og har er Símun fyrr á bóltinum og lobbar bóltin uppum málverjan hjá B36, og ein fult uppiborin leiðsla til okkara menn.

Fótbóltur er ofta eitt undarligt og tískil eisini eitt so fasinerandi spæl. Í 33 min. er B36 í álopi. Ein sending kemur úr vinstru síðu og heilt yvir til Jákup á Borg í høgru síðu. Jákup trekkir móti málinum og skjýtur. Óheppið fyri Henrik, kemur skotið í hann og broytir kós so Marcin verður fullkomiliga snýttur. Bóturin smýgur sær inn við nærmastu stong, og so stóð á jøvnum.

Longu 3 minuttir seinri er aftur galið. Annan dystin á rað, verður eitt klokkuklárt málspark til okkum, dømt til horna til mótstøðuliðið. Og fyri at gera skaða fullkomnan, sleppur Odmar Færø púra ótarnaður at skalla bóltin í málið til 1-2 leiðslu til B36 Hesa løtuna føldu vit veruliga hvussu óndur fótbóltur eisini kann verða. Tað sum eftir var av fyrra hálvleiki var ikki so øgiliga nógv at skriva um. Bara ein staðfesting av at okkara menn høvdu verið greitt omaná í fyrra hálvleiki, bæði leikliga sæð og í málmøguleikum, men máltalvan segði 1-2 til gestirnar.

Í seinra hálvleiki hendi ikki tað heilt stóra fyrsta korterið. B36 var frammanfyri, og legði seg helst eitt sindur longur aftur á vøllin. Kanska var hetta tilvitað fyri at kunna spæla meira uppá kontraálop. Og helst er júst kontrafótbólturin sum er stórsta styrkin hjá B36. Bæði í 63. og 66. minutti slapp B36 í kontraálop, og serliga seinra álopið endaði við eini frálíkari bjarging frá Marcin. Tveir minuttir seinri er hornaspark til okkara í høgru síðu. Levi skjýtur bóltin væl inn í feltið, og har er Doddi hægstur og skallar bóltin yvir í handaru síðu. So var javnt aftur og stór frøði í HB leguni.

Tað sum var eftir av dystinum, vóru álop í báðum endum, men hvørki av liðunum vóru nóg neyv í avgerðandi løtunum. Í fyrsta minuttinum av tíðini sum dómarin hevði lagt afturat, endaði bólturin í málinum aftanfyri Marcin, men dómarin Lars Múller, sum annars dømdi ein fínan dyst, bríkslaði fyri at fríspark var gjørt móti Marcin. Í 93. minutti royndi Fróði Benjaminsen seg við einum ordiligum brassasparki, men tíverri fyri okkum, fór bólturin við síðuna av. Stutt eftir hetta fekk Klæmint Matras seinra gula kortið fyri at sparka bóltin burtur eftir at HB hevði fingið innkast. Hetta var eitt sindur býttisligt av Klæminti, tí hann fáar minuttir frammanundan hevði fingið gult kort fyri hands á miðjum vølli. Stutt eftir bríkslaði Lars Muller av.

Samanumtikið var javnleikurin helst á góðari leið, men kunnu okkara menn iðra seg um fyrra hálvleik, har vit høvdu nógvar góðar málmøguleikar, men har neyvleikin manglaði. Ikki nyttar at gráta yvir spilta mjólk. Longu leygardagin komandi hava vit møguleikan at rætta uppá gongdina, tá vit skulu vestur á Eiðið, har uppflytararnir FC Suðuroy taka ímóti okkum.

KOYR Á, HB !!!!

Havnar Bóltfelag | Gundadalur | Postsmoga 1333 | 110 Tórshavn | Telefon +298 314046 | Telefaks +298 318502 | hb@hb.fo | Logga á

Designed by Grafik Studio • Copyright 1998-2006 Havnar Bóltfelag