Havnar Bóltfelag

KUNNING

 

BOÐ

19. august
Smápiltar 2000-2001
16. august
Pinkur og
Gentur 10-12
12. august
Smádreingir 96-97
12. august
Smápiltar (2000)
9. august
Piltar 1999
9. august
Smágentur/gentur
(
12-14 ár)

KOMANDI DYSTIR

HB-HÚSIÐ

LÝSINGAR

VENJINGARTÍÐIR

 GEVIÐ GÆTUR


Ársins lutaseðil - Vinn eina ÍBÚÐ fyri bara 100 kr.!!

HB - mesta vinnandi felag í Føroyum!
 
Vodafonedeildin
21. umfar
HB - FC Suð.
sunnudagin
12. sept. kl. 15.00
---

Síðsti dystur
B71 - HB 0-2

Bussferðir
HB-stuðlar skipa fyri busstúri til útidystir
Komið við!

Soccerway
 


STUĐLAR

HB-KALENDARIN
<
September  2010
>
MTMHFLS
   
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
     
Vodafonedeildin


7. umfar - Kristi himmalferðardag 13. mei 2010 kl. 15.00 inni í Dal


B71 - HB 0-1 (0-1)
0-1 Hendrik Rubeksen 35

Liðið: Marcin Dawid – Pætur Jørgensen, Tórður Hreiðarsson, Rógvi Holm, Vagnur Mohr Mortensen - Fróði Benjaminsen (liðsk.), Milan Kulic, Levi Hanssen (Tór-Ingar Akselsen 74), Rógvi Poulsen, Símun Samuelsen - Hendrik Rubeksen (Jógvan Skeel Nolsøe 66)

Óbrúktir eykaleikarar: Símun Rógvi Hansen, Hans á Lag og Kári Nielsen
Á beinkinum:  Kristján, Jóannes, Jan F. og Ólavur

Gul kort: Vagnur Mohr Mortensen og Símun Samuelsen
Reyð Kort: -
Dagsins maður: Símun Samuelsen
Dómari: Petur Reinert
Hjálpardómarar: Jan á Líðarenda og Jan Skoradal


Arbeiðssigur uttan yvirtíð

Javnleikur var kanska rættasta úrslitið, men enn einaferð vístu vit styrki og megnaðu at halda málið reint á útivølli. Ikki tí sandoyingar royndu og royndu, men inn vildi bólturin ikki. Trý stig í sera truplum útidysti er ikki at forsmáa og kunnu vit bara staðfesta at vit nú liggja greitt á odda í Vodafonedeildini.



Picasa & HBTekstur: Jónfinn Petursson
Myndir: Jan Otto S. Holm
Síggj myndarøð frá dystinum her

Lat tað verða sagt beinanvegin, sandoyingar hava eitt fínt lið. Ágrýtni bilti ikki og til tíðir var eisini heilt gott spæl at síggja. Í dag røkk tað tó ikki til meir enn ein ósigur.

Vit hava eisini eitt sera fínt lið og kunnu verða sera errin av øllum okkara leikarum. Sum eg havi sagt fleiri ferðir fyrr: "Hóast tað ikki altíð er líka vakurt, er tað loksins munurin á máltalvuni ið er avgerandi". At okkara nú eisini eru farnir at vísa vakurt og skjótt spæl, ger tað ikki verri.

Góðveður, hóast eitt sindur kølið til tíðir, var tað í gestablíðu vertirnir vartaðu upp við í dag. Keðiligt er bara at fína stólarøðin stendur aftan fyri venjaraskýlini soleiðis at vit áskoðarar lítið og einki sóðu av dystinum. Flyti skýlini yvir um, so er trupuleikin loystur.

Dagsins maður, Símun Samuelsen, mundi fanga alla Sandoynna við buksunum niðri longu í fyrsta leikminutti. Sera gott uppspæl endaði við at Símun gjørdist púra leysur. Tíverri fyri hann og okkum øll, fór skotið skeivu meðin stongina.

Milan, ið var væl fyri í dag, sendi eina góða avlevering inn í brotsteigin og var tað um reppið at bólturin náddi fram. Høgni Midjord spolaði avstað við bóltinum eftir at vit høvdu horna. Tað gjørdu sandoyingar fleiri ferðir. Skotið var tó ikki so gott og fór framvið. Løtu seinni var Tummas Clementsen um at snara okkara verju í ørviti. Marcin fekk akkurát bjargað frálíka skotinum. Handan royndi átti betri lagnu uppiborið.

Í 35. minutti sendi Pætur eitt frálíkt innlegg úr høgru síðu. Í millum vinir og fíggindar klárar Bárður Johannesen ikki at halda bóltinum sum dettur niður fyri føturnar á Hendriki. Hann er eirindaleysur og sendur bóltin í málið.

Nakrar fáar minuttir seinni var Hendrik um reppið at økja, men tíverri bleiv skotið blokerað í evstu løtu. Beint fyri hálvleik royndi frálíki Símun seg við skotið, men enn er kanónin ikki stillað rætt inn. Tað fer at koma. Petur Reinert orkaði ikki meir og bríkslaði av.

Eyðvita er, at Piotr hevur givið sínum leikarum nøkur borgarlig orð í hálvleikinum. B71 fluttið trýstið langt fram á vøllin og sótu nógv tættari í okkara leikarum. Greitt varð, at nú máttu vit bara royna okkum vit skjótum mótálopum.

Tílíkt trýst gevur ofta pláss í hinum endanum. Tá 57 minuttir vóru leiktir rak Rógvi seg leysan, men Bárður vísti frálíkt málmansspæl tá hann kom út og vardi fyri royndini.

Um tað mundi tá matchvinnarin, Hendrik Rubeksen, bleiv skiftur út við Jógvan Skeel Nolsøe, høvdu vertirnir tvinnar sera naskar royndir. Men bæði skotið frá Mads Hentze og royndin frá vælleikandi Símun Hansen, fóru við síðuna av. Levi hevði gjørt sítt tá 74 minuttir vóru leiktir og bleiv skiftur út fyri Tór-Ingar Akselsen.

Marcin var ein brandur í dag og var á røttum stað tá sandoyingar, stutt fyri leiklok, royndu seg við skallara. Rógvi Poulsen hevði enn eina roynd beint aftaná, men til fánýtis. Eisini royndi Tór-Ingar at lumpa Bárð, ið stóð nakað langt út. Tíverri fór skotið ikki í mál.

Símun Hansen fekk síðstu royndina, men tíbetur skallaði hann við síðuna av málinum. Petur Reinert, ið dømdi enn ein fínan dyst, bríkslaði av eftir tvinnar eykaminuttir.

Ein sera spennandi og til tíðir vælleiktur dystur var at enda komin og enn einaferð hálaðu vit sigurin heim. Í dag kanska við tógvi stríð, men fyri triðu ferð í ár megnaðu vit at halda málið reint á útivølli. Frálíkt.

Longu sunnudagin skulu vit aftur í eldin. Tá taka fuglfirðingar ímóti í Fløtugerði. Hetta verður ikki minni torfør uppgáva. ÍF hevur nú rættiliga fingið vind í seglini og vunnu teir aftur í dag. Vit vita hvat skal gerast, og mugu royna alt vit kunnu fyri at sleppa undan eini endurtøku av snópisliga tapinum í Fuglafirði í fjør.

Vit liggja nú klárt fremst í Vodafonedeildini. Har er stuttligt at liggja og lat okkum bara royna at gera alt fyri at okkara dreingir síggja og hoyra okkum sunnudagin. So skal tað nokk bera langt. Frálíkt avrik dreingir og hjartaliga til lukku til okkum øll. Samstundis vilja vit takka B71 og sandoyingum annars fyri frálíkt gestablíðni og møguleikan at vitja tykkara vøkru oyggj.

KOYR Á, HB !!!!

Havnar Bóltfelag | Gundadalur | Postsmoga 1333 | 110 Tórshavn | Telefon +298 314046 | Telefaks +298 318502 | hb@hb.fo | Logga á

Designed by Grafik Studio • Copyright 1998-2006 Havnar Bóltfelag