Havnar Bóltfelag

KUNNING

 

BOÐ

19. august
Smápiltar 2000-2001
16. august
Pinkur og
Gentur 10-12
12. august
Smádreingir 96-97
12. august
Smápiltar (2000)
9. august
Piltar 1999
9. august
Smágentur/gentur
(
12-14 ár)

KOMANDI DYSTIR

HB-HÚSIÐ

LÝSINGAR

VENJINGARTÍÐIR

 GEVIÐ GÆTUR


Ársins lutaseðil - Vinn eina ÍBÚÐ fyri bara 100 kr.!!

HB - mesta vinnandi felag í Føroyum!
 
Vodafonedeildin
21. umfar
HB - FC Suð.
sunnudagin
12. sept. kl. 15.00
---

Síðsti dystur
B71 - HB 0-2

Bussferðir
HB-stuðlar skipa fyri busstúri til útidystir
Komið við!

Soccerway
 


STUĐLAR

HB-KALENDARIN
<
September  2010
>
MTMHFLS
   
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
     
Vodafonedeildin


6. umfar - sunnudagin 9. mei 2010 kl. 15.00 í Gundadali


HB - B68 4-3 (3-2)
1-0 Andrew av Fløtum 19
2-0 Fróði Benjaminsen 24
2-1 Jóhan Dávur Højgaard 28
3-1 Milan Kuljic 31
3-2 Pól Johannus Justinussen 35
3-3 Oddur Højgaard 89
4-3 Fróði Benjaminsen 90

Liðið: Marcin Dawid – Pætur Jørgensen, Tórður Hreiðarsson, Hans á Lag, Vagnur Mohr Mortensen - Fróði Benjaminsen (liðsk.), Milan Kulic, Tór-Ingar Akselsen (Hendrik Rubeksen 86) - Símun Samuelsen, Levi Hanssen (Kári Nielsen 79), Andrew av Fløtum (Rógvi Poulsen 62)

Óbrúktir eykaleikarar: Símun Rógvi Hansen og Rógvi S. Holm
Á beinkinum:  Kristján, Jóannes, Gudrid, Jan F. og Ólavur

Gul kort: Milan Kuljic, Hans á Lag, Hendrik Rubeksen og Marcin Dawid
Reyð Kort: -
Dasins maður: Fróði Benjaminsen
Dómari: Petur Reinert
Hjálpardómarar: Jan á Líðarenda og Kristian S. Petersen


Vit spæla til dómarin bríkslar av

Enn einaferð kláraðu vit at venda hóttafallinum. Ikki tí, vit vóru frammanfyri líka til Oddur Højgaard í síðsta minutti javnaði og mundi spilt spælið. Hetta fekk øði í okkara menn, og í yvirtíðini sendi Fróði Benjaminsen eitt langskot í netið. Samanumtikið fyri allan dystin uppiborið, men toftamenn trýstu nógv meir í seinna hálvleiki.



Í seinna hálvleiki leikaði mangan hart á.

Picasa & HBTekstur: Jónfinn Petursson
Myndir: Heðin Weihe
Síggj myndarøð frá dystinum her

Aftur vóru vit hildin á pínubonkinum, líka til dómarin loksins bríkslaði av. Hóast vit vóru greitt omaná í fyrra hálvleiki og saktans kundu farið til hálvleiks við fimm-máls leiðslu, dugdu vit ikki at binda um í verjupartinum. At aftasti skansin samstundis vísti sera óvandan iva, gjørdi ikki støðuna betri.

Frammeftir vóru vit tó sum hamskiftir í mun til undanfarnar dystir, og fleiri frálíkir glottar vóru at hóma. Í seinna hálvleiki trýstu gestirnir og vóru nógv betur. Oddur Højgaard mundi spilt okkum spælið, men enn einaferð bleiv kaninin hálað úr hattinum í yvirtíðini.

Andrew byrjaði annars sera lívligt og hevði tríggjar fínar royndir áðrenn tíggju minuttir vóru leiktir. Tí var tað eisini fínasta slag, at hann legði okkum framum, tá 19 minuttir vóru leiktir. Fróði vinnur ein bólt á miðjuni og sendur hann víðari til Andrew, sum hegnisliga sendur bóltin í vøkrum boða í netið.

Bara fimm minuttir seinni økti Fróði. Milan sendi ein langan bólt í brotsteigin, og har stóð Fróði og stútaði bóltin uppum Vlada í málið. Staðfestast má, at B68-verjan sá ikki serliga gott út í hesum støðunum.

Tíverri lovaðu vit gestunum inn aftur. Eftir horna verður bólturin skallaður tvørtur um brotsteigin. Jóhan Dávur Højgaard er hægstur, og hóast bæði Marcin og Pætur royndu, megnaðu teir ikki at fáa bóltin burtur.

Ikki gingu meiri enn tríggir minuttir, so høvdu vit aftur tveymáls leiðslu. Símun sendi eitt fríspark inn í brotsteigin, og har var Milan klárur og beindi bóltin í málið. Heldur ikki ov gott verjuspæl.

Enn var tó ikki liðugt. Toftamenn sluppu aftur at minka um munin. Frálíki Pól Johannus Justinussen slapp at reka framvið allari verjuni, uttan at nakar kláraði at gera nakað, og tíverri fyri okkum snýtti lina skotið heilt Marcin, soleiðis at bólturin umvegis stongina kreyp í málið. Sera, sera vánaligt verjuspæl.

Vit høvdu harumframt tveir møguleikar afturat, men Vlada var klárur og vardi fyri. At munurin bara var eitt mál í hálvleikinum, var avgjørt ikki í tráð við dystargongdina.

Í seinna hálvleiki løgdu gestirnir seg langt fram og trýstu okkum á øllum vøllinum. Vit megnaðu ikki at brúka hetta til okkara fyrimun, og tí bleiv allur hálvleikurin ein oyðimarkargongd av teimum ringu. Onkur helt fyri, at nú kendu vit liðið aftur. Um hetta er so, vil eg ikki siga, men tað sást greitt, at menn vóru bangnir og ikki høvdu hug at satsa.

Serliga deyðbóltsstøðurnar vóru vandamiklar. Fleiri ferðir var um reppið. Eitt nú tá eitt langt innkast mundi enda í málinum, men tíbetur var Marcin knappur og fekk jústað bóltin út.

Á tímaslagnum bleiv Rógvi Poulsen skiftur inn fyri Andrew. Átta minuttir seinni átti Tór-Ingar at sligið sigurin fastan. Eitt frálíkt innlegg úr vinstru síðu endar á pannunin hjá sandavágsmanninum, men tíverri var hann ikki nóg neyvur og skallaði beint á Vlada. Hasin átti at sitið.

Levi bleiv síðan tikin út, og Kári kom inn í hansara stað. Beint fyri útjavnandi málið bleiv Tór-Ingar tikin út, og Hendrik kom inn. Ein langur bóltur bleiv sendur inn í brotsteigin. Sera hegnisliga skallaði Oddur Højgaard bóltin í handara horn. Frálíkt avrik. Tíverri fyri okkum var hetta ikki meir enn toftamenn høvdu uppiborið.

Men enn einaferð noktaðu okkara dreingir at leggja seg. Bólturin var ikki meir enn givin upp, tá vit fara í álop. Bólturin verður spældur tvørtur við brotsteiginum, og ísakalt og skróturt sendur Fróði bóltin í netið og okkum aftur á sigurskós.

Samanumtikið eitt rættvíst úrslit tá hugsað verður um, hvussu nógv betur vit vóru í fyrra hálvleiki. Hinvegin er einki at ivast í, at hetta var ein sera vátur vøttur í andlitið á toftamonnum og teirra viðhaldsfjøld, sum var møtt mannsterk í dag.

Komandi vika verður strævin, tí fyrst skulu vit til Sands hósdagin, og longu sunnudagin skulu vit til Fuglafjarðar. Hetta verður sera avgerandi vika, sum rættiliga fer at vísa, hvørjum bergi vit eru brotin úr.

Vit kunnu tó bara staðfesta, at vit nú á fyrsta sinni í ársins Vodafonedeild eru oddalið, og stuttligast er at vinna. So er tað líkamikið, hvussu vit fáa sigrarnar. Frálíkt avrik og hjartaliga til lukku til okkum øll.

KOYR Á, HB !!!!

Havnar Bóltfelag | Gundadalur | Postsmoga 1333 | 110 Tórshavn | Telefon +298 314046 | Telefaks +298 318502 | hb@hb.fo | Logga á

Designed by Grafik Studio • Copyright 1998-2006 Havnar Bóltfelag