Havnar Bóltfelag

KUNNING

 

BOÐ

19. august
Smápiltar 2000-2001
16. august
Pinkur og
Gentur 10-12
12. august
Smádreingir 96-97
12. august
Smápiltar (2000)
9. august
Piltar 1999
9. august
Smágentur/gentur
(
12-14 ár)

KOMANDI DYSTIR

HB-HÚSIÐ

LÝSINGAR

VENJINGARTÍÐIR

 GEVIÐ GÆTUR


Ársins lutaseðil - Vinn eina ÍBÚÐ fyri bara 100 kr.!!

HB - mesta vinnandi felag í Føroyum!
 
Vodafonedeildin
21. umfar
HB - FC Suð.
sunnudagin
12. sept. kl. 15.00
---

Síðsti dystur
B71 - HB 0-2

Bussferðir
HB-stuðlar skipa fyri busstúri til útidystir
Komið við!

Soccerway
 


STUĐLAR

HB-KALENDARIN
<
September  2010
>
MTMHFLS
   
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
     
Vodafonedeildin

5. umfar - sunnudagin 2. mai 2010 kl. 15.00 í Streymnesi


EB/Streymur - HB  0-1 (0-1)
0-1 Rógvi Poulsen 27

Liðið: Marcin Dawid – Pætur Jørgensen –  Tórður Hreiðarsson – Hans á Lag – Vagnur M. Mortensen - Fróði Benjaminsen, liðsk. - Milan Kulic - Levi Hanssen (Kári Nielsen 87) – Rógvi Poulsen – Símun Samuelsen – Andrew av Fløtum (Tór-Ingar Akselsen 45)

Eyka uttan at koma inn: Símun Rógvi Hansen – Rógvi S. Holm – Hendrik Rubeksen
Á bonkinum:
Kristján Guðmundsson – Jóannes Jacobsen – Kaj Niclasen - Jan Falkenberg

Gul kort:  Vagnur M. Mortensen, Doddi og Símun Samuelsen
Dagsins maður:  Rógvi Poulsen
Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Jens Albert Simonsen


Nú byrjar at líkjast...

Í eitt sindur keðiligum veðurlíkindum við Margáir í dag, har regnælingur var javnur gestur, møttust tveir av FM-kandidatunum í ársins Vodafonedeild. Í einum rættuliga jøvnum dysti ognaðu vit okkum tey trý so týdningarmiklu stigini og anda nú grannarnar alvorliga í nakkan á einum deildum fyrsta plássi.

EB/Streymur-HB 02052010

Picasa & HBTekstur: Eyðun Hansen
Myndir: Heðin Weihe
Myndarøð frá dystinum kann síggjast her.


Áðrenn dagsins dyst lógu okkara menn 3 stig frammanfyri sundalagsmennirnar, sum heldur ikki í ár hava fingið tað bestu byrjanina uppá kappingina. Hinvegin hava okkara menn heldur ikki víst okkum áskoðarum hvat vit vita at teir kunnu og duga. Vit eru ikki í iva um at vit hava eitt gott lið við nógvum góðum bóltspælarum, og tá tað kemur glið á spælið, so kann tað røkka langt.

Í dag sóu vit eitt broytt HB lið, har serliga verjan, við Hans og Dodda á odda, fingu líkasum lagt meira ró yvir verjupartin. Pætur var aftur á “sínum” plássið á høgra bakki, meðan Vagnur var á vinstra bakki. Burtursæð frá einum tíðarskeiðið í seinra hálvleiki har Eb/Streymur royndi at trýsta á, fyri at fáa eitt útjavnandi mál, so stóð verjan sera stinn í dag. Deiligt at síggja.

Á miðjuni arbeiddu teir knallhart alla tíðina, og var tað ikki ofta at EB/Streyma spælararnir sluppu at spæla seg ígjøgnum miðjuna. Í álopinum royndu Símun og Andrew at leggja trýst á EB/Streyma spælararnar langt uppi á vøllinum.

Um dystin er at siga, at tað var ein nokkso javnur dystur, men har okkara menn høvdu rættuliga gott tak á gjøgnum næstan allan dystin. Sum omanfyri nevnt, so var tó ein løta í seinra hálvleiki har EB/Streymur trýsti nógv fyri av javna út leiðsluna sum vit høvdu fingið í fyrra hálvleiki, eftir at Rógvi Poulsen var spældur fríur, og einsamallur móti málmanninum gjørdi hann tað, sum gerast skal: skora!

Sum seinri hálvleikur gekk móti endanum, var tað ikki so løgið at okkara ikki vildu satsa alt ov nógv frammeftir, og tá teir 6 minuttirnir, sum Eiler hevði lagt afturat, vóru gingnir, vóru tað fegnir leikarar og áskoðarar sum kundu fegnast um ein fínan dyst og 3 stig afturat á kontuna.

Samanumtikið vann tað grammara liðið, og var tað ein fragd fyri okkum áskoðarar at síggja innsatsin í dag.  Flott, flott, flott   allan vegin ígjøgnum.  Vit gleða okkum longu til næsta sunnudag, tá toftamenn koma á vitjan í Gundadali.

Koyr á HB!
 

Havnar Bóltfelag | Gundadalur | Postsmoga 1333 | 110 Tórshavn | Telefon +298 314046 | Telefaks +298 318502 | hb@hb.fo | Logga á

Designed by Grafik Studio • Copyright 1998-2006 Havnar Bóltfelag