| M | T | M | H | F | L | S |
| |
|
1 |
2 |
3 |
4 |
5 |
| 6 |
7 |
8 |
9 |
10 | 11 |
12 |
| 13 |
14 |
15 |
16 |
17 |
18 |
19 |
| 20 |
21 |
22 |
23 |
24 |
25 |
26 |
| 27 |
28 |
29 |
30 |
|
|
|
|
|
4. umfar - sunnudagin 18. apríl 2010 kl. 15.00 í Gundadali
HB - NSÍ 2-1 (0-0) 0-1 Christian Høgni Jacobsen 73 1-1 Hendrik Rubeksen 90 2-1 Andrew av Fløtum 90
Liðið: Símun Rógvi Hansen – Pætur Jørgensen, Rógvi S. Holm (Hendrik Rubeksen 80), Tórður Hreiðarsson - Fróði Benjaminsen (liðsk.), Kári Nielsen (Hans á Lag 78), Milan Kulic (Tór-Ingar Akselsen 65), Rógvi Poulsen, Símun Samuelsen, Levi Hansen - Andrew av Fløtum
Óbrúktir eykaleikarar: Marcin Dawid og Kaj Niclasen Á beinkinum: Kristján, Jóannes, Gudrid, Jan F. og Ólavur
Gul kort: Levi Hansen Reyð Kort: - Dasins maður: Rógvi Poulsen Dómari: Lars Muller Hjálpardómarar: Jón Kári í Brekkuni og Andreas Josephsen
Enn ein marginalsigur
Í evstu løtu sendi Andrew bóltin í netið og okkum á sigurskós. Eftir at Christian Høgni hevði lagt gestirnar framum, stóðu vit við skegginum í postkassanum og ósigur var í væntu. Tíggju minuttir við jarnhørðum taklingum og mannfólka spæli vendi alt til okkara fyrimun. Hóast sigurin heldur ikki var vakur í dag hava vit sett okkum 3 stig afturat á kontoina.

 | Tekstur: Jónfinn Petursson Myndir: Heðin Weihe Myndarøð frá dystinum kann síggjast her. |
Hóast kava í nátt og í morgun, var eftir umstøðunum, frálík líkindi í Gundadali. Hinvegin var einki serligt at skriva heim um í fyrra hálvleiki.
NSÍ kom til Havnar fyri at gera uppgávuna torføra hjá okkum og hetta megnaðu teir sera væl. Andras Gango, Christian Høgni og Jann Ingi Petersen gingu undan.
Símun mundi snýtt Gango við frálíkum langskotið tá bara seks minuttir vóru leiktir. Tá stórt korter var leikt átti Milan at lagt okkum framum. Gott smáspæl endar við at Andrew spælur Milan púra leysan, men tíverri var hann heldur ikki hesuferð nóg neyvur og Gango bjargaði.
Pætur Jørgensen royndi seg løtu seinni við einum langskotið, men Andras Gango var fyri. Tó, NSÍ var eisini á vøllinum. Beint áðrenn hevði Heðin á Lakjuni roynt seg við skotið sum fór yvir málið. Á hálva tímanum royndi Christian Høgni seg við eini "banan", men tíbetur fór skotið uppum.
Rógvi bardi seg, lítla løtu seinni, til ein góðan møguleika. Eftir frálíkt einmansavrik royndi hann seg við skoti, men tíverri var Gango aftur fyri.
So hendi ikki meira í fyrra hálvleiki, sum neyvan verður standandi leingi í minninum. Linligt og serdeilis óinspirerað er samanumtøkan um fyrra hálvleik.
Seinni hálvleikur kundi bara blíva betur og tað bleiv hann eisini. Vit royndu beinanvegin at trýsta. Símun, Rógvi Poulsen, Kári og Levi vóru undangongumenn.
Tveir minuttir eftir byrjan skallaði Símun bóltin yvir málið. Hesa royndina fekk hann eftir gott uppspæl har Andrew sendi innfyri úr høgru.
Andrew royndi seg eisini við skallara, men eisini uppum. Rógvi vildi eisini verða við. Hann trillar runt við verjuni men tíverri bjargaði Andras Gango meistarliga royndini til horna.
NSÍ beit nú aftur frá sær. Beint áðrenn royndina hjá Rógva høvdu teir havt tvinnar støður við horna, men endin var at bólturin fór framvið allar til málspark.
Tá farið var um teir 70 minuttirnar var galið. Verja og málmaður okkara klokka í tí soleiðis at Christian Høgni slapp at senda bóltin í opið mál. Fyrsta veruliga vandamikla royndin og mál.
Nú sá svart út eina løtu. Venjararnir gjørdu tó nakrar broytingar. Tór-Ingar kom inn fyri Milan, Hendrik fyri Rógva Holm og Hans fekk sín fyrsta dyst í ár, tá hann kom inn fyri Kára Nielsen.
Vit royndu at flyta spælið longur upp og loksins sást villskapurin á monnum. Doddi gekk undan við nøkrum "gos taklingum" og hetta hjálpti.
Levi og Pætur royndu seg við langskotum. Í síðsta leikminutti javnaðu vit. Hendrik fekk prikað bóltin í málið eftir at Gango ikki helt einum skoti.
Hetta skelkaði gestinar so mikið, at vit í yvirtíðini aftur skoraðu. Andrew fekk onkursvegnað bóltin serveraðan fyri føturnar og ísakalt sendi hann bóltin í netið og okkum á sigurskós. Uppiborið, tja, hví ikki?
Tá alt kom til alt, leitaðu vit eftir møguleikanum og funnu hann. Eisini mugu vit minnast til, at dysturin skal spælast líka til dómarin bríkslar av. Hóast alt, eitt gott avrik og frálíkt at venda hóttafalli til sigurs. Enn eru vit ósigraðir. Hjartaliga til lukku til okkum øll.
Nú hava vit frí í fjúrtan dagar vegna Løgmanssteypið og skulu royna okkum aftur 2. mei við Margáir. Tað verður aftur ein torfør, men spennandi uppgáva. Livst so spyrst og takk fyri í dag.
KOYR Á, HB !!!! |
|
|