Havnar Bóltfelag

KUNNING

 

BOÐ

19. august
Smápiltar 2000-2001
16. august
Pinkur og
Gentur 10-12
12. august
Smádreingir 96-97
12. august
Smápiltar (2000)
9. august
Piltar 1999
9. august
Smágentur/gentur
(
12-14 ár)

KOMANDI DYSTIR

HB-HÚSIÐ

LÝSINGAR

VENJINGARTÍÐIR

 GEVIÐ GÆTUR


Ársins lutaseðil - Vinn eina ÍBÚÐ fyri bara 100 kr.!!

HB - mesta vinnandi felag í Føroyum!
 
Vodafonedeildin
21. umfar
HB - FC Suð.
sunnudagin
12. sept. kl. 15.00
---

Síðsti dystur
B71 - HB 0-2

Bussferðir
HB-stuðlar skipa fyri busstúri til útidystir
Komið við!

Soccerway
 


STUĐLAR

HB-KALENDARIN
<
September  2010
>
MTMHFLS
   
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
     
Vodafonedeildin

3. umfar - sunnudagin 11. apríl 2010 kl. 15.00 í Gundadali


HB - AB 2-1 (0-0)
1-0 Fróði Benjaminsen 50 br.
2-0 Fróði Benjaminsen 52
2-1 Dion Splidt 75

Liðið: Marcin Dawid – Pætur Jørgensen, Rógvi S. Holm, Tórður Hreiðarsson - Fróði Benjaminsen (liðsk.), Kári Nielsen, Milan Kulic (Vagnur Mohr Mortensen 46), Rógvi Poulsen, Símun Samuelsen, Levi Hansen - Andrew av Fløtum (Tór-Ingar Akselsen 25)

Óbrúktir eykaleikarar: Símun Rógvi Hansen, Jógvan Skeel Nolsøe og Jógvan Rói Davidsen
Á beinkinum:  Kristján, Jóannes, Gudrid, Jan F. og Ólavur

Gul kort: Vagnur Mohr Mortensen
Reyð Kort: -
Dasins maður: Fróði Benjaminsen
Dómari: Petur Reinert
Hjálpardómarar: Jan á Líðarenda og Johnleif Gerðisá


Trý deilig stig

Hóast sera stórt trýst ímóti dystarenda, vunnu vit loksins okkara fyrsta dyst í ár. Fróði Benjaminsen gjørdi bæði okkara mál, tað fyrra uppá brotsspark og tað seinna eftir gott uppspæl úr okkara høgru síðu. Dion Splidt minkaði um munin og byrjaði við tí eitt áhaldandi trýst á okkara mál. Vit kláraðu at standa ímóti og fingu tí okkara fyrsta sigur í hús.


Picasa & HBTekstur: Jónfinn Petursson
Myndir: Heðin Weihe
Myndarøð frá dystinum kann síggjast her.

Í dag skuldi tað verða. Eftir tvinnar javnleikir, var stórt trýst á okkara menn um at fáa fyrsta sigurin í Vodafonedeildini. Hinvegin vita vit at arjamenn er truplir at spæla ímóti. Serliga í fyrra hálvleiki stóðu teir sera væl á vøllinum og gjørdu økini lítil at spæla á.

Samstundis høvdu gestirnir rívuna við og fleiri taklingar vóru sera ófantaligar. Serliga tá Andew bleiv feldur so ógvusliga at hann løtu seinni mátti fara skaddur av vøllinum. Rættast var tá at rikið AB-arin av vøllinum. Tað bleiv tíverri ikki gjørt.

Nakrar møguleikar fingu vit tó spælt okkum til. Serliga frálíki fluktarin frá Tór-Ingar, sum var komin inn fyri Andrew, skuldi sitið, men Tórur Thomsen, sum leikti ein frálíkan dyst, jústaði bóltin út til horna.

Stórsta brennivargurin var tó Milan tá hann miðskeiðis í brotsteiginum sendi bóltin uppum málið. Hetta var tá fyrri hálvleikur var umleið hálvrunnin. Rógvi Poulsen og Rógvi Holm royndu seg eisini til fánýtis.

Ímóti endanum av fyrra hálvleiki mundi Símun Samuelsen snýtt øll. Eitt, eftir øllum at døma, vandaleyst innlegg endaði á tvørstongini. Meir hendi ikki í fyrra hálvleiki og Petur bríklaði til kaffi.

Vagnur kom inn fyri Milan til seinna hálvleik. Fróði bleiv fluttur fram á miðjuna. Hetta hevði við sær at meiri lív kom í uppspælið. Beint eftir byrjan høvdu vit tvífaldan møguleika, men tíverri kom argjamaður fyri og sendi bóltin út til horna.

Men nú vóru teir ávaraðir. Fimm minutturi seinni gjørdi Símun eitt raid inn í brotsteigin og verjuleikarin hjá AB gjørdi ikki mætari enn at hann feldi Símin. Dómarin var eirindaleysur og bríkslaði brotsspark. Fróði var tryggur og sendi bóltin í netið.

Hetta var ikki meir enn uppiborið. Tveir minuttir seinni var Fróði aftur klárur. Gott uppspæl í høgru síðu endar við at Símun sendur bóltin innfyri. Har sendur Fróði og takkar fyri álitið. 2-0 og HB á sigurskós.

Nú løgdu vit okkum longur aftur og bíðaðu eftir mótálopum. Fleiri ferðir var um reppið, men neyvleikin var ikki har. Tíverri hendi so tað sum ikki má henda. Eftir nakað av trunkaspæli royna vit at fáa bóltin burtur, men hetta megnaðu vit ikki nóg væl. Bólturin endaði hjá Dion Splidt sum hegnisliga sendur bóltin í netið.

Levi og Tór-Ingar vóru sera íðnir og royndu seg fleiri ferð. Tór-Ingar hevði millum annað eina góða roynd eftir at hann hevði trillað runt við AB verjuni. Tíverri var enn eina ferð eitt verjubein fyri og endaði royndin við horna.

Fleiri ferðir vóru gestirnir um reppið at snýta okkara verju. Í yvirtíðini gjørdi Vagnur fríspart tí hann brúkti hondina. Kenneth Jacobsen var um reppið at skora eftir eitt skjót álop, men tíbetur endaði skotið í síðunetinum.

Vit megnaðu tó at halda teimum frá fatinum og tess vegna megnaðu vit at hála fyrsta sigurin í hús. Ikki var tað vakurt, men trí stig eru hóast alt trí stig.

Komandi sunnudag leika vit aftur á heima vølli tá vit taka ímóti NSÍ. Tá mugu vit aftur verða klárir og var tað tí sera umráðandi at fáa sigurin í hús í dag. Takk fyri ein spennandi dyst og hjartaliga til lukku til okkum øll. Gott avrik.

KOYR Á, HB !!!!

Havnar Bóltfelag | Gundadalur | Postsmoga 1333 | 110 Tórshavn | Telefon +298 314046 | Telefaks +298 318502 | hb@hb.fo | Logga á

Designed by Grafik Studio • Copyright 1998-2006 Havnar Bóltfelag