Havnar Bóltfelag

KUNNING

 

BOÐ

19. august
Smápiltar 2000-2001
16. august
Pinkur og
Gentur 10-12
12. august
Smádreingir 96-97
12. august
Smápiltar (2000)
9. august
Piltar 1999
9. august
Smágentur/gentur
(
12-14 ár)

KOMANDI DYSTIR

HB-HÚSIÐ

LÝSINGAR

VENJINGARTÍÐIR

 GEVIÐ GÆTUR


Ársins lutaseðil - Vinn eina ÍBÚÐ fyri bara 100 kr.!!

HB - mesta vinnandi felag í Føroyum!
 
Vodafonedeildin
21. umfar
HB - FC Suð.
sunnudagin
12. sept. kl. 15.00
---

Síðsti dystur
B71 - HB 0-2

Bussferðir
HB-stuðlar skipa fyri busstúri til útidystir
Komið við!

Soccerway
 


STUĐLAR

HB-KALENDARIN
<
September  2010
>
MTMHFLS
   
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
     
Vodafonedeildin

2. umfar - mikudagin 7. apríl 2010 kl. 18.00 í Serpisgerði, Norðragøtu


Víkingur - HB 0-0

Liðið:
Marcin Dawid – Pætur Jørgensen – Rógvi S. Holm – Tórður Hreiðarsson – Fróði Benjaminsen, liðsk. - Kári Nielsen – Milan Kulic (Tór-Ingar Akselsen) - Levi Hanssen  – Rógvi Poulsen – Símun Samuelsen – Andrew av Fløtum (Jógvan Skeel Nolsøe)

Óbrúktir eykaleikarar: Jógvan Rói Davidsen – Vagnur M. Mortensen og Símun Rógvi Hansen
Á beinkinum:  Kristján, Jóannes, Kaj, Jan F. og Ólavur

Gul kort: Fróði Benjaminsen og Símun Samuelsen
Reyð Kort: -
Dasins maður: Kári Nielsen
Dómari: Eiler Rasmussen
Hjálpardómarar: Regin Egholm og Thorvald Petersen


Høvdu betur uppiborið...


Dysturin endaði sum hann byrjaði, við javnleiki. Kanska kundu vit fingið alt við suður aftur um vit vóru neyvari í avgerandi løtunum, hinvegin er hetta ikki nakað katastrofu úrslit, sæð í ljósinum av at vit aloftast hava tað trupult í Gøtu.


Picasa & HBTekstur: Eyðun Hansen
Myndir: Heðin Weihe
Lítil myndarøð frá dystinum kann síggjast her.

Veðurlíkindini í dag vóru betur enn 2. páskadag tá dysturin eftir ætlan skuldi verið spældur. Tó var bæði nakað av vindi og regni tá dysturin bleiv bríkslaður í gongd. Tó ikki verri enn so, at tað ikki nervaði dystin stórvegis.

Okkara menn høvdu vindin í ryggin í fyrra hálvleiki, men lat tað vera sagt beinavegin at okkara menn brúktu ikki vindin til at royna seg við skotum útifrá.

Men longu í 3. minutti var ein miskiljing millum ein av okkara verjuleikarum og Marcin, men tíbetur fekk verjan rudda burtur áðrenn tað bleiv vandamikið.

Í 7 minutti fær Levi Hanssen ein fríleypara móti málinum eftir frálíka fríspæling frá Andrew. Tíverri fyri okkum var Geza Turi sum ein køttur og fekk bjarga til horna. Tíverri fyri okkum var hetta ikki einastu ferð at Geza bjargaði Víkingum eftir at okkara menn komu einsamallir móti málinum hjá Víkingi. Fimm minuttir seinni er Andrew í fer við at krúlla seg ígjøgnum alla Víkingaverjuna, men í avgerðandi løtuni bleiv hann taklaður.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki hevði Víkingur eitt fríspark sum Súni Olsen leggur væl inn í feltið, har bólturin verður skallaður móti málinum, men Marcin stórbjargar bóltin uppum tvørtræið.

Í 28. minutti fær Fróði gult kort fyri at steðga Nenad eitt sindur harðliga tá Víkingar ætlaðu sær í skjótálop. Eitt sindur av tumulti er mitt á miðjuni, og endar tað við at Símun Samuelsen eisini fær ostaflísina, helst fyri at siga okkurt. Fyrri hálvleikur gekk annars rímuliga javnt á, men áttu vit helst munin í møguleikum.

Tá seinri hálvleikur byrjaði, var veðrið munandi batna og líkindini vóru fín til fótbólt. Um tað var tað betraða veðrið sum gjørdi tað at mennirnir á vøllinum tóku sær eitt sindur av løttum, skal vera ósagt, men fyrstu 10 minuttirnar hendi ikki nakað stórvegis.

Fyrsta royndin uppá mál í seinra hálvleiki kom frá Súna Olsen, sum úr rímuliga langari frástøðu, royndi seg við einum lobbi uppum Marcin, men tíbetur fyri okkara, so fór bólturin eisini eitt fitt petti uppum málið.

Í seinra hálvleiki havi eg noterað mær 3-4 brúkiligar royndir frá Víkingi, meðan okkara menn settu seg meira og meira á spælið og trýstu Víkingarspælararnar longur og longur aftur á vøllin, og var tað meira manglandi neyvleiki frá fleiri av okkara spælarunum, og so ein vælspælandi Geza Turi í Víkingamálinum sum uttan iva var besti Víkingaspælarin.

Serliga síðsta korterið var stórur munur á liðunum. Okkara menn hildu fram við at trýsta spælið langt inn á Víkingahálvuna, og frá áskoðaraplássunum virkaði tað næstan sum um Víkingar ikki vóru í nóg góðum formi enn, og vóru teir nokk eisini teir glaðaru tá Eiler bríkslaði fyri seinastu ferð.

Hóast vit enn eru plágaðir av fleiri skaðum, sum ger at nakrir spælarar spæla á minni vandum plássum, so vóru nógv positiv ting at taka við sær til næstu uppgávuna, sum verður á heimavølli móti argjamonnum.

KOYR Á, HB !!!!

Havnar Bóltfelag | Gundadalur | Postsmoga 1333 | 110 Tórshavn | Telefon +298 314046 | Telefaks +298 318502 | hb@hb.fo | Logga á

Designed by Grafik Studio • Copyright 1998-2006 Havnar Bóltfelag