Havnar Bóltfelag

KUNNING

 

BOÐ

19. august
Smápiltar 2000-2001
16. august
Pinkur og
Gentur 10-12
12. august
Smádreingir 96-97
12. august
Smápiltar (2000)
9. august
Piltar 1999
9. august
Smágentur/gentur
(
12-14 ár)

KOMANDI DYSTIR

HB-HÚSIÐ

LÝSINGAR

VENJINGARTÍÐIR

 GEVIÐ GÆTUR


Ársins lutaseðil - Vinn eina ÍBÚÐ fyri bara 100 kr.!!

HB - mesta vinnandi felag í Føroyum!
 
Vodafonedeildin
21. umfar
HB - FC Suð.
sunnudagin
12. sept. kl. 15.00
---

Síðsti dystur
B71 - HB 0-2

Bussferðir
HB-stuðlar skipa fyri busstúri til útidystir
Komið við!

Soccerway
 


STUĐLAR

HB-KALENDARIN
<
September  2010
>
MTMHFLS
   
1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
29
30
     
Vodafonedeildin

1. umfar - sunnudagin 1. apríl 2010 kl. 15.00 í Gundadali, Tórshavn


HB - FC Suðuroy 4-4 (1-1)
0-1 Obi Charles 25
1-1 Kári Nielsen 27
1-2 Palli Augustinussen 69
2-2 Andrew av Fløtum 73
2-3 Teitur Tausen 75
3-3 Rógvi Poulsen 78
3-4 Jón Krosslá Poulsen 88
4-4 Doddi 90+

Liðið: Símun Rógvi Hansen, Doddi, Rógvi Holm (Milan Kuljic 74), Fróði Benjaminsen (Liðsk.), Kári Nielsen, Símun Samuelsen, Andrew av Fløtum, Rógvi Poulsen, Jógvan Rói Davidsen, Kristin R. Mouritsen (Levi Hanssen 64), Pætur Jørgensen (Tór-Ingar Akselsen 79).

Óbrúktir eykaleikarar: Marcin Dawid og Jógvan Skeel Nolsøe
Á beinkinum:  Kristján, Jóannes, Gudrid, Jan F. og Ólavur

Gul kort: Rógvi Poulsen
Reyð Kort: -
Dasins maður: Rógvi Poulsen
Dómari: Dagfinn Olsen
Hjálpardómarar: Jan á Líðarenda og Edvard Højgaard

Lítið sannførandi avrik

Heldur ikki á hesum sinni megnaðu okkara at vísa, hví vit eru stórfavorittar at endurvinna FM 2010. Móti FC Suðuroy í dag fingu vit við neyð og deyð javnað til 4-4 í allarseinastu sekundunum av dystinum. Ikki serliga sannførandi og serstakliga keðiligt eftir snópisliga tapið ímóti grannunum í Løgmanssteypinum.


Doddi javnar í allar evstuløtu (um nakað eitur so).

Picasa & HBTekstur: Helgi N./Jónfinn Petursson
Myndir: Heðin Weihe og Páll Árni Berg
Myndarøð frá dystinum kann síggjast her.

Áskoðararnir høvdu annars vónað, at eftir serstakliga vánaliga avrikið í steypakappingini fóru okkara at vera eyka uppsettir at vísa, at seinasti dystur var eitt undantak. Venjarin hevði eisini gjørt broytingar í mun til seinast, tí í dag byrjaðu bæði Kristin og Jógvan Rói inni ístaðin fyri Levi og Tór Ingar. Somuleiðis var Símun Rógvi í málinum í dag í staðin fyri Marcin.

Suðuroyingarnir vístu beinanvegin, at teir vóru ikki komnir í Gundadal at bíða eftir HB. Teir løgdu bragdliga fyri, og aftaná fyrstu 10 minuttirnar høvdu teir havt 2 skot á tvørtræið, meðan okkara ikki høvdu havt tað stóra. So áttu vit at veri ávaraðir, men so var ikki. Aftaná 19 minuttir svevur verjan hjá okkum, og so verður sterki áleyparin hjá FC Suðuroy, Obi Charles, púra leysur og setir bóltin trygt í netið til 0-1

Okkara royndu at svara skjótt aftur, men har manglaði hugflog yvir spælinum, og tí var tað heldur lætt hjá suðuroyingunum at verja fyri. Í 27. minutti vinnur Rógvi Poulsen bóltin á miðjuni. Hann sendir bóltin út í vinstru síðu til Símun, sum sendir eitt gott innlegg í brotsteigin har eingin annar enn Kári Nielsen setir høvdið á og skallar bóltin dygst úti við stongina, og so var 1-1.

Nakrar minuttir seinni rekur Kristin væl móti baklinjuni og sendir inn fyri til Andrew, sum skjýtur beint við síðuna av. Fleiri møguleikir vóru ikki í fyrra hálvleiki.

Beinan vegin í øðrum hálvleiki fingu vit ein gyltan møguleika at leggja okkum á odda. Símun verður feldur í brotsteiginum, og dómarin, Dagfinn Olsen, dømir brotsspark. Andrew verður settur at skjóta, men skjýtur langt uppum málið. Helst sigandi fyri dystin í dag.

Tað gekk nú javnt á. Okkara høvdu bóltin meira, men hinir vóru klárir at fara í skjótt mótálop, tá møguleikin beyðst. Ein slíkan fingu teir í 69. minutti, tá tøvandi verjuspæl frá okkara gjørdi, at Palli Augustinussen gjørdist leysur og skoraði til 1-2. Nú tóktust okkara spakuliga at vakna, og tað sum eftir var av dystinum, høvdu vit eitt ávíst trýst á FC Suðuroy málið.

Í 73. minutti hava vit horna í høgru síðu, sum Andrew sera hegnisliga setti beinleiðis í málið til 2-2, men gleðin var stokkut. Minuttin aftaná er horna til FC Suðuroy. Tað verður tikið væl, og Obi Charles setir høvdið á skallar niður í dygst úti við stongina. Símun Rógvi er sum køtturin og bjargar, men megnar tíverri ikki at halda bóltinum, sum Teitur Tausen síðani knallar uppundir nettakið, og so var aftur mótbrekka, 2-3

Tað gingu tó ikki meira enn 2 minuttir, so var aftur javnt. Hesa ferð var tað Rógvi Poulsen, sum rak seg frían og setti bóltin trygt í netið hjá suðuroyingunum. Okkara hildu nú á at trýsta, og høvdu nakrar royndir, sum saktans kundu givið mál. Kári hevði eitt gott skot, sum fór beint við síðuna av, og eisini Milan hevði eitt gott skot, sum málmaðurin bjargaði.

FC Suðuroy hevði ikki tað heilt stóra hesa løtuna, men í 87. minutti kemur ein høgur bóltur innfyri, sum Fróði fer upp at skalla. Hann er tó so óheppin, at hann ikki rakar bóltin orduliga, og í staðin kemur bólturin í armin á honum, og so var brotsspark. Jón Krosslá Poulsen setti brotssparkið trygt í netið, og so var 3-4 og fáir minuttir eftir at leika. Hetta var sum at fáa vátan vøttin, tí okkara høvdu greiða yvirvág hesa løtuna.

Okkara góvust tó ikki, og tá dómarin legði 5 minuttir afturat vanligu leiktíðini, var enn møguleiki fyri einum javnleiki um ikki annað. Suðuroyingarnir royndu sum vera man at dríggja tíðina, og framdu heilar 2 útskiftingar í eykatíðini. Hesum legði dómarin eisini upp fyri, tí tá góðir 95 minuttir eru leiktir, fáa vit horna í vinstru síðu. Tað kemur væl innfyri, og frammanfyri málinum setir íslendski verjuleikari okkara, Doddi, høvdið á og skallar bóltin í netið til javnleik 4-4. Stór frøi í HB leguni, meðan líka stór øði var í leguni hjá FC Suðuroy. Stutt aftaná hetta, bríkslaði Dagfinn dystin av.

Sjálvandi eiga vit ikki at vera nøgdir við ein javnleik á heimavølli, men sum dysturin gekk í dag, mugu vit bara fegnast um, at tað eydnaðist at fáa eitt stig. Vit høvdu stutt sagt ikki uppiborið meira. Vit vita øll, at tað býr nógv meira í hesum liðnum, og longu mánadagin fáa teir høvið at vísa, hvør dugur er í. Tá fara vit fjølment til Gøtu at stuðla liðnum.

KOYR Á, HB !!!!

Havnar Bóltfelag | Gundadalur | Postsmoga 1333 | 110 Tórshavn | Telefon +298 314046 | Telefaks +298 318502 | hb@hb.fo | Logga á

Designed by Grafik Studio • Copyright 1998-2006 Havnar Bóltfelag