KOMANDI DYSTIR


EFFODEILDIN
HB - Víkingur
sunnudagin 30. apríl
kl. 15.00

 
1. DEILD MENN
ÍF - HB
leygardagin 29. apríl
kl. 11.00


HB - ÍF/Víkingur
mikudagin 3. mai
kl. 18.00



 
 

 


Stuðlar







Heppið stig á Skála

1. lið19-03-2017 - Jónfinn Petursson

Effodeildin, 2. umfar: Skála – HB 0-0

Vit koma aftur sum av torvheiðum í dag. Einki mál og eitt stig varð úrtøkan. Hugstoytt var, at vit bara spældu okkum fram til tveir veruligar málmøguleikar í øllum dystinum. Jaligt er, at einki mál enn er skorað ímóti okkum.


Skálmenn eiga helst at iðra seg eftir dagsins dyst, tí teirra møguleikar vóru fleiri og størri enn okkara. Eftir hálvan tíma var Mamuka Toronjadze komin í góða støðu tvær ferð, og serliga seinna møguleikan átti hann at umsett til mál.

Beint uppundir endan av hálvleikinum áttu vit helst at skorað, men tíverri fór skotið frá Heðini á tvørstongina, og dagsins maður, Sebastian Pingel, sendi løtu seinni bóltin uppum málið.

Vit royndu at flyta fleiri fólk fram frá byrjan av seinna hálvleiki, men hóast vit komu betur við, vóru skálamenn snildari og fingu vart væl fyri. Serliga Pætur Dam Jacosbsen var góður fyri vertirnar og dugdi væl at koyra bóltin runt.

Í seinna hálvleiki hevði Skála tríggjar næskar royndir meðan vit høvdu bara tað einu. Pingel kom í góða støðu, men tíverri var verjan fyri og avvísti.

Jákup Johansen royndi seg við sera góðum skoti, men Teitur bjargaði og Ólavur Mikkelsen mundi snýtt øll tá hann sendi eitt enn longri langskot beint yvir málið.

Vit kunnu bara taka til takka vit tí eina stiginum og kunnu staðfesta, at verjan stendur væl, og at heldur ikki vit høvdu evnini at bróta Skála-múrin niður.

Nú er landsliðssteðgur á skránni, og helst verða næstu dagarnir brúktir væl til at fáa okkara lið samanspælt og klárt til næsta dyst.


KOYR Á, HB!!!!


HAGTØLINI

Effodeildin, 2. umfar sunnudagin 19. mars 2015 kl. 15.00 undir Mýruhjalla

Skála – HB 0-0

Gult kort: Heðin Hansen og Bartal Wardum

Liðið: Teitur M. Gestsson – Ári Mohr Jónsson, Bartal Wardum, Johan Troest Davdisen (liðsk.), Jógvan Rói Davidsen, Símun Samuelsen (Adrian Justinussen 76), Heðin Hansen, Martin Bergvold, Rókur av Fløtum Jespersen, Sebastian Pingel (Daniel Johansen 85) og Daniel Elly Pedersen (Ari Mohr Olsen 69)

Óbrúktur eykaleikarar: Mattias Lamhauge, Dánjal Pauli Lervig, Heri H. Mohr og Tróndur Jensen

Á beinkinum: Sigríður Clementsen, Rasmus Nolsøe Tróndur Vatnhamar, Uni Nielsen og Heðin Weihe

Dagsins maður: Sebastian Pingel

Dómari: Alex Troleis
Hjálpardómarar: Johnleif Gerðisá og Arni Rasmussen
4. dómari: Bjarki Danielsen

Myndir: Rakul Hansen