Betri-menn

UPPTAKT | HB - AB

Eitt sindur óvanligt, so verður hesa ferð talan um dyst eitt fríggjakvøld. Hetta er somuleiðis seinasti landskappingardystur fyri summarsteðgin.

Seinast AB var í Gundadali, gjørdist talan um ein málríkan dyst, ið vit vunnu 4-3.

Tíð og stað: 28. juni 2018, kl. 18:30 í Gundadali

Dómarar: Kári J. á Høvdanum - Jan Hermansen, Jógvan Breckmann

Skaða: Andreas

Ivasamur: René

Leikbann: Eingin

Formur síðstu 6 umførini
HB - VVVTVV - 15 stig

Shaki kemur heim

Landsliðsleikarin René Shaki Joensen, kemur heim aftur at spæla við barndómsfelagnum HB. 

Tryggur sigur á Skála

Í góðveðrinum á Skála avgjørdu vit alt í fyrra hálvleiki, tá vit otaðu okkum nærri toppliðunum.

UPPTAKT | SKÁLA - HB

Síðsti útidystur áðrenn summarsteðgin. Skála fekk eina góða byrjan uppá kappingina, har teir m.a. vunnu 2-0 á okkum í Gundadali. Men síðani tann dystin hava teir tapt 6 dystir á rað. Seinast vit taptu ein landskappingardyst á Skála, var í 2005. Tann dysturin endaði 4-3 til Skála. Tann dystin skoraði Rasmus Nolsøe øll okkara mál.

Tíð og stað: 23. juni 2018, kl. 15:00, undir Mýruhjalla - Skála

Dómari: Dagfinn Forná - Andrew Christiansen, Dan Petur Pauli Højgaard

Skaða: Binni

Leikbann: Eingin

Til Helsinki í Champions League

Lutakast hevur verið til undanumfarið í Champions League, og úr pottinum kom finska felagið HJK Helsinki. Fyrsti dysturin verður á Telia 5G Arena týsdagin 9. juli. Returdysturin verður í Gundadali 16. juli.

Tags: 

Stórsigur í Fuglafirði!

Lagið er gott, nú vit koma suður aftur til Havnar við trimum stigum og 5 málum.

Vit løgdu okkum á odda longu í øðrum minutti, tá Hørður varð hægstur, og stútaði eitt hornaspark frá Adrian í netið. Hansara fyrsta mál fyri HB. Bara tríggjar minuttir seinni skoraðu vit til 2-0, tá Ari við høvdinum beindi eitt perfekt innlegg frá Daniel í málið.

UPPTAKT | ÍF - HB

Eftir landsliðssteðgin herja vit á aftur ímóti ÍF. Hetta er annar útidystur ímóti ÍF í ár. Fyrra dystin vunnu vit 2-0.

16. juni 2018, kl. 15:00 í Fuglafirði

Skaða: Binni og Andreas

Leikbann: Eingin

Formur síðstu 5 umførini:
HB - VVVTV - 12 stig

ÍF - TTTTT - 0 stig

Síðstu 5 innanhýsis dystir:
ÍF - HB - 0-2
ÍF - HB - 0-0
HB - ÍF - 4-2
ÍF - HB - 2-1
HB - ÍF - 4-1

Vunnið: 4
Javnleik: 0
Tapt: 1

Málmunur 11-5

Tíggju mál í Gundadali!

Ari Mohr Olsen skeyt hattrick, tá vit tryggjaðu okkum trý stig í sannari málveitslu í Gundadali.

Dysturin var ikki meira enn byrjaður, tá fyrrverandi HB’arin, Arnbjørn Hansen, legði gestirnar á odda við einari sannari perlu. Adrian javnaði við enn einari frísparksperlu, men bara fá sekund seinni var Arnbjørn aftur á blettinum og skoraði til 1-2. Um onkur helt at tað var ringt at fylgja við, gjørdi Ari tað ikki lættari tá hann bara tveir minuttir seinni javnaði til 2-2. 17 minuttir spældir, og 4 mál!

Teitur og Magnus fingið landsliðsboð

A-landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur í dag úttikið leikararnar, ið skulu spæla EM undankappingardystirnar ímóti Spania og Noreg. Og millum teirra eru okkara Teitur og Magnus. 

 

Tags: 

Vit eru í steypafinaluni!

Við málið í síðsta minutti, sendi Ari okkum í finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Hóast KÍ vardi við øllum teir hava lært, hava teir ikki lært at verja seg ímóti Ara.

Dysturin var øgiliga taktiskur, har KÍ einans hevði áhuga í at verja drála. Og hóast yvirvág í spæli, høvdu vit ilt við at finna hol í kompaktu KÍ-verjuni. Sum dysturin leið, løgdu vit meira trýst á, og gjørdu eisini nakrar broytingar, millum annað við at senda Hørð longur fram á vøllin.

Síður

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.