Sáttmáli

Shaki kemur heim

Landsliðsleikarin René Shaki Joensen, kemur heim aftur at spæla við barndómsfelagnum HB. 

Pingel er enn okkara

Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

Pingel er enn okkara

Sebastian Pingel hevur longt sáttmálan við HB.

Hann var ikki meiri enn komin í gongd í fjør, so bleiv hann langtíðarskaddur, men tað er eingin fjeppari, hvørki hjá HB ella í føroyskum fótbólti, sum ivast í evnunum hjá fryntliga dananum.

Vit fegnast sjálvandi um, at hann aftur komandi ár verður reyður og svartur. Sebastian Pingel skoraði 11 mál í 29 dystum í dystum í 2017, og 10 mál í 22 dystum fyri grannarnar í 2016. Vónandi fer hann aftur í 2019 at vísa okkum, at hann veit, hvar málmeskarnir eru.

Vágbingurin tekur eitt ár afturat

Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

Mong mundu halda, at yrkisleiðin hjá Símuni Samuelsen lækkaði móti endanum, tá hann í 2015 og 2016 spældi við fyrst VB/Sumba og síðani AB. Men nú stendur hann aftur í HB-búnanum við eini FM-medalju um hálsin.

Í dag hevur hann skrivað undir ein nýggjan sáttmála og verður tí okkara í eitt ár afturat. 

Í fjør fekk hann av álvara hol á málskjótingina aftur og endaði kappingina við 9 málum, sambært Faroesoccer. Harumframt legði hann upp til 8 mál, sambært bolt.fo.

Hann hevur spælt 216 dystir í reyðum og svørtum, síðani hann kom til HB í 2010.

Tormóður P. Djurhuus gjørt sáttmála

Tormóður P. Djurhuus gjørt sáttmála

SÁTTMÁLI VIÐ BJARNA BRIMNES

SÁTTMÁLI VIÐ BJARNA BRIMNES

VILLIAM E. KLEIN GJØRT SÁTTMÁLA

VILLIAM E. KLEIN GJØRT SÁTTMÁLA

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.