løgmanssteypið

Vit eru í steypafinaluni!

Við málið í síðsta minutti, sendi Ari okkum í finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Hóast KÍ vardi við øllum teir hava lært, hava teir ikki lært at verja seg ímóti Ara.

Dysturin var øgiliga taktiskur, har KÍ einans hevði áhuga í at verja drála. Og hóast yvirvág í spæli, høvdu vit ilt við at finna hol í kompaktu KÍ-verjuni. Sum dysturin leið, løgdu vit meira trýst á, og gjørdu eisini nakrar broytingar, millum annað við at senda Hørð longur fram á vøllin.

Kom við til Klaksvíkar!

Mikukvøldið kl. 18:00, verður seinna hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið. Og tørvur er á øllum stuðli, um okkara menn skulu aftur í Steypafinaluna. Í fjør hertóku vit Djúpumýru, og tað skulu vit gjarna gera aftur hesa ferð!

Bussurin koyrir frá Høllini á Hálsi kl. 16:30, og er sum altíð ókeypis.

Einki avgjørt

Vit kundu ynskt okkum eitt betri útgangsstøðið áðrenn returdystin, men enn er alt opið, og javnleikur var helst eitt rættvíst úrslit.

Fyrri hálvleikur leikaði javnt á. Tó var tað KÍ ið legði seg á odda, tá Simen Sandmæl bleiv spældur leysur. Hann fór framvið Teiti, og legði bóltin í málið til 1-0.

Símun í hopla

Við trimum málum, og einum uppleggið, átti Símun Samuelsen sín stóra leiklut í 4-0 sigrinum á B71.

Hóast greiða leikliga yvirvág, fóru vit til hálvleiks við støðuni 0-0. Fyrsta hálva tíman gekk spælið øgiliga seint. Vit høvdu kanska bóltin í 80% av tíðini, uttan at brúka hann til nakað fornuftigt. Um menn fingu hitaslag, nú sólin kagaði fram, er óvist. Men pent var tað í øllum førum ikki.

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.