dystarfrásøgn

Klassamunur í klassikaranum!

Ari skorar ímóti KÍ, og Adrian skorar uppá fríspark. So kann man freistast at siga, at alt er sum tað eigur. At Dan so byrjar og endar veitsluna, ger tað heila bara eitt sindur betri.

Fyrsta hálva tíman leikaði nøkundlunda javnt á. Tó so, høvdu vit onkran stóran møguleika. Men í 29. minutti, og 7 minuttir fram, gekk tað skjótt. Fyrst Dan, síðani Adrian við frísparki, og so Ari, sum hevur gjørt tað til ein vana at skora ímóti KÍ. Tann vanin má gjarna halda fram mikukvøldið.

Einki avgjørt

Vit kundu ynskt okkum eitt betri útgangsstøðið áðrenn returdystin, men enn er alt opið, og javnleikur var helst eitt rættvíst úrslit.

Fyrri hálvleikur leikaði javnt á. Tó var tað KÍ ið legði seg á odda, tá Simen Sandmæl bleiv spældur leysur. Hann fór framvið Teiti, og legði bóltin í málið til 1-0.

Tað gongur ikki okkara veg í løtuni...

Fyri aðru ferð í ár fóru vit av vøllinum sum taparar. Hesuferð á heimavølli ímóti einum vælleikandi Skála-liðið.

Skálamenn vóru vælupplagdir frá byrjan, og vóru sera ágrýtnir. Sum so mangan fyrr í ár, gekk strilti hjá okkum at fáa glið á spælið. Men sum hálvleikurin leið fingu vit betur tamarhald á støðuni.

Símun í hopla

Við trimum málum, og einum uppleggið, átti Símun Samuelsen sín stóra leiklut í 4-0 sigrinum á B71.

Hóast greiða leikliga yvirvág, fóru vit til hálvleiks við støðuni 0-0. Fyrsta hálva tíman gekk spælið øgiliga seint. Vit høvdu kanska bóltin í 80% av tíðini, uttan at brúka hann til nakað fornuftigt. Um menn fingu hitaslag, nú sólin kagaði fram, er óvist. Men pent var tað í øllum førum ikki.

Tap í grannauppgerðini

Eitt tap er altíð tungt, og serliga eitt ímóti B36. Men í dag mugu vit bara ásanna, at tað gekk ikki okkara veg. Longu í 7 minutti fór Lasse av vøllinum við skaða. Ringt var at fáa spælið at glíða, og nógvar feilavleveringar merktu dystin.

So bragdaði endiliga!

Mynd: Rakul Hansen

Eftir tveir javnleikir á rað, kom ársins fyrsti sigur í hús, tá okkara menn vunnu 3-1 á Víkingi.

Vit løgdu út sum eitt óløgið, og longu eftir 4 minuttir, var støðan 2-0 til okkara. Fyrsta málið skoraði Ari Mohr Olsen, tá hann koma at standa púra fríur frammanfyri Víkinga málið, eftir hornaspark. Og armarnir vóru ikki meira enn komnir niður, so var aftur mál. Hesuferð var tað Dan í Soylu, ið hegnisliga krúllaði bóltin í handara horn. Uttan nakran sum helst møguleika hjá Víkingamálmanninum at røkka bóltin.

Síður

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.