Haderslev Cup

U19-lið hjá HB vann silvur í kapping í Danmark

Eitt samansett U19-lið hjá HB luttók um hvítusunnuna í Haderslev Cup í Danmark. Hetta er ein kapping við luttøku úr fleiri ymiskum londum, og tilsamans 2.700 leikarar luttóku í kappingini. Elsti bólkurin í hesi kappingini var U19, har 8 lið lið luttóku: 4 úr Danmark, 2 úr Týsklandi, 1 úr Hollandi og 1 úr Føroyum. Leiktir vórðu tilsamans 6 dystir, og HB vann sín innleiðandi bólk og kom sostatt í finalubólkin. Finalubólkurin endaði við at hollendska liðið vann gull við einum stigi meira enn HB, sum sostatt fekk silvur á 2. plássi.

Hetta er eitt sera gott úrslit hjá hesum ungu HB’arunum, ikki minst tí størsti parturin av leikarunum hjá okkum vóru U17-leikarar, og so eisini nakrir av teimum yngstu U21-leikarunum. So samanlagt var miðalaldurin hjá HB væl lægri enn á hinum liðunum.

Liðini vóru sera jøvn, og leikararnir fingu sterka mótstøðu allar dystirnar. HB var tó við yvirlutan í flestu dystunum, men samanlagt var helst rætt, at hollendska liðið stóð eftir við gullinum. Dreingirnir lótu sera væl at túrinum og fingu nógv burturúr.

Vit ynskja ungu og røsku HB’arunum hjartaliga til ukku við góða úrsitinum og gleða okkum at síggja meira til teir framyvir.

Leikararnir vóru: Sveinur Lava Olsen, Ólavur Fossaberg Ellingsgaard, Villiam Klein, Tormóður Petursson Djurhuus, Ári Arge, Øssur Hjalt Mohr,  Roðar Heðinsson, Sámal Pauli Bernhardsson Petersen, Ási Pálsson Dam, Ragnar Sjúrðarson, Eliesar Clementsen, Helgi Mørkøre, Poul Kjartan Højsted Horsdal, Hans Sejer Tummasarson, Dánial Suma Poulsen og Jógvan Petersen.

Høvuðsvenjari var Eilif Petersen og hjálparvenjari var Eyðun Mørkøre. Liðleiðarar vóru Turið Láadal Sejersdóttir og Fríðunn Niclasen.

 

 

 

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.