Betri Deildin menn: HB-EB/Streymur 1-0

Vit vunnu!

Okkara betri-menn stríddu seg til ein sigur móti felagsliðnum úr Sundalagnum, sum vitjaði í Gundadali í dag. 

Eittans málið kom í dystinum, og tað gjørdi Jógvan Skeel Nolsøe, tá einir tríggir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. 

Tað var tó ein ørgrynna av málmøguleikum, vit høvdu í fyrra hálvleiki, fleiri av 100 % slagnum, men her vóru okkara menn ikki nóg neyvir framman fyri málinum. Slíkar høvdu vit eisini fleiri av í seinna hálvleiki, men inn vildi bólturin so ikki. 

Mótstøðumenninir gjørdu eisini onkran vørr og komu í so nær okkara máli og løgdu trýst á móti endanum, men tá var Teitur sum køtturin, og fekk fatur á tí, sum roynt varð at hótta okkara mál við. Tá tað ikki eydnast í álopinum, so er gott at aftasti skansin stendur stinnur - og tað vóru fjeppararnir samdir um og valdu okkara málmann Teit Matras Gestsson sum dagsins leikara.

Okkurt er at arbeiða við komandi vikuna hjá okkara monnum, og tað fara teir heilt vist at leggja alla orku í.

KOYR Á, HB!

HAGTØLINI

Betri Deildin menn, 11. umfar mánadagin 21. mai 2018 kl. 18:00 

HB – EB/Streymur 1-0 (0-0)
0-1 Jógvan Skeel Nolsøe  48'

Gult kort: Dan í Soylu

Liðið: Teitur M. Gestsson – Magnus Egilsson, Brynjar Hlöðversson(Liðsk.), Adrian Justinussen, Dan í Soylu, Tróndur Jensen, Aleksandar Stankov, Jógvan Skeel Nolsøe (John Frederiksen 73'), Bartal Wardum, Símun Samuelsen (Daniel Johansen 81'), Lasse Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Barti V. Mørk -  Hjalti K. Djurhuus, Ari Mohr Olsen, Jógvan Rói Davidsen og Niklas Kruse

Á beinkinum: Heimir Guðjónsson, Rasmus Nolsøe, Magnus Emil Poulsen, Uni Nielsen og Allan Dybczak

Dagsins maður: Teitur M. Gestsson

Dómari: Bjarki Danielsen  
Hjálpardómarar: Andrew Christiansen og Jón Marni Johannesen
4. dómari: Janus Fossdalsá

Eygleiðari: Lassin Isaksen

Myndir: Rakul Hansen

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.