Betri Deildin kvinnur: HB - EBS/Skála 2-1

Knógvaðu føroyameistarunum

Betri kvinnurnar hjá okkum hava júst vunnið ein góðan 2-1 sigur á felagsliðnum EBS/Skála, sum vitjaði í­ Gundadali. Spenningurin var stórur um dystin í­ dag, tí­ tað gekk ikki so væl hjá okkum, seinast vit hittust.

Men tað eru knotur í­ okkara kvinnum. Tær komu afturút 0-1 í fyrra hálvleiki, og tað var eisini hálvleiksstøðan.

Í seinna hálvleiki var tað Heidi Sevdal, sum javnaði. Støðan 1-1 helt sær eisini til seinastu løtuna av dystinum, tá tað eydnaðist okkum at leggja okkum framum við máli, sum Lea Hansen gjørdi.

Ein góður stríðssigur. Óførar!

 

KOYR Á, HB!

HAGTØLINI

Betri Deildin kvinnur, 8. umfar, mánadagin 21. mai kl. 12:30

HB – EBS/Skála 2-1 (0-1)
0-1 Birna Mikkelsen  23'
1-1 Heidi Sevdal  52'
2-1 Lea Hansen  92+'

Gult kort: Sarita Maria Mittfoss - Heidi Sevdal

Liðið: Simona Heinesen - Julia Helena Henriksen, Heidi Sevdal, Nadja Johannesen, Janita Ole-Jacobsen (Jónvá Hentze 70'), Milja R. Simonsen, Ása á Reynatúgvu(Liðsk.), Sara Lamhauge, Sarita Maria Mittfoss, Elin Maria Isaksen (Lea Hansen 61'), Julia Naomi Mortensen

Óbrúktir eykaleikarar: Valdis Ólafsdóttir - Rannvá Mortensen, Ninna Hansen, Poula Andreasen

Á beinkinum: Allan Dybczak og Liljan av Fløtum

Dómari: Jógvan Breckmann

Hjálpardómarar: Andrass Thomsen og Pætur Rasmussen

Myndir: Rakul Hansen

 

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.