Vit eru í steypafinaluni!

Við málið í síðsta minutti, sendi Ari okkum í finaluna í kappingini um Løgmanssteypið. Hóast KÍ vardi við øllum teir hava lært, hava teir ikki lært at verja seg ímóti Ara.

Dysturin var øgiliga taktiskur, har KÍ einans hevði áhuga í at verja drála. Og hóast yvirvág í spæli, høvdu vit ilt við at finna hol í kompaktu KÍ-verjuni. Sum dysturin leið, løgdu vit meira trýst á, og gjørdu eisini nakrar broytingar, millum annað við at senda Hørð longur fram á vøllin.

Men tá klokkan fór í gongd við seinasta umfar, og fleiri kanska høvdu ásannað, at tað ikki bleiv nøkur steypafinala fyri okkara viðkomandi, sló Ari til. Tróndur, sum allarhelst hevði fingið bóltin ígjøgnum eitt lyklarhol, í myrkri og við bind fyri eyguni, fann eitt hol í kompaktu KÍ verjuni. Ari fór til stroks, og komin inn í brotsteigin, smekkaði hann til. Bólturin fór undir KÍ málverjan, og í málið. Gleðin var stór, tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, og stóra áskoðarafjøldin fór vælnøgd aftur til Havnar.

Vit gloyma nú steypakappingina eina løtu, tí tað eru 4 mánaðar til hon verður spæld. Hon verður ár Tórsvølli 21. september.

Hagtøl

KÍ - HB 0-1 (0-0)

0-1 - Ari Mohr Olsen

Liðið í dag: Teitur M. Gestsson, Magnus Egilsson, Jógvan Rói Davidsen, Sebastian Pingel (Pætur Petersen), Adrian Justinussen, Dan í Soylu (Bartal Wardum), Tróndur Jensen, Símun Samuelsen (Jógvan Skeel Nolsøe), Hørður Askham, Ari Mohr Olsen, Lasse Thillitz Andersen

Óbrúktir eykaleikarar: Bjarti Vitalis Mørk, Brynjar Hlöðversson, Daniel Johansen, Símun Sólheim

 

 

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.