Vit eru í finaluni

Finaluplássið er okkara

Gott lag í HB leguni, tá vit í kvøld kundu fara heim um ánna aftur við einum vunnum finaluplássi í kappingini um Løgmanssteypið.

Tað var tó ongantíð nakar veruligur ivi um, at tað skuldi eydnast, so sum dysturin leið. Gott nokk var roynt at kynda eitt sindur undir spenningin, tá argjamenn tíðliga í fyrra hálvleiki fingu eitt brotsspark. Rein forering hildu vit HB arar sjálvandi, og viðmerkjarin á Ràs 2 metti hetta vera eitt tað bíligasta brotssparki, ið hann nakrantíð hevði sæð alla ta tíð hann hevði spælt fótbólt - og hann byrjaði í 1972 - tá HB forrestin vann steypakappingina. Tað eydnaðist ikki okkara framúr góða málmanni at bjarga brotssparkinum hesaferð, so argjamenn løgdu seg fram um 1-0.

Men gleðin var tó stokkut hjá grannunum hinumegin ánna, tí okkara vóru beinanvegin í atsókn, sum endaði við hornasparki, har Lasse Thillitz Andersen var hægstur har bólturin kom og javnaði til 1-1. Hann varð eisini jarðlagdur í sama viðfangi, men kom tíbetur skjótt á føtur aftur. Hetta var fyrsta málið, sum verjubrandurin Lasse Thillitz Andersen gjørdi fyri HB (tillukku við tí!) Hálvleiksstøðan var so hendan. Men við tveimum vunnum málum frá fyrru hálvfinaluni, so sá ikki so galið út.

Í seinna hálvleiki høvdu vit gott tak á støðuni. Innskifti John Frederiksen fekk eina góða sending, sum hann tamdi væl og ivaleysur langaði bóltin í netið til 1-2.

Ein onnur innskifting í kvøld var eisini sera áhugaverd. Ungi Niklas T. Kruse fekk í kvøld av álvara víst HB fjøldini hvussu kvikur og hegnigur hann er. Við fúkandi ferð rann hann ein argjamann av í høgru síðu, heilt oman í høgra horn, hagan hann gjørdi eitt frálíkt innleg, til Dan í Soylu, sum var á rætta staðnum og setti bóltin í netið til 1-3.

Heilt móti dystarenda fekk Tróndur Jensen eina góða sending, sum hann rann avstað við og hektaði teir bláu av og kom at standa sjálvur við málmanninum, men vísti gott yvirblikk og spældi bóltin til Niklas T. Kruse, sum kom sum eitt fok og gjørdi sítt fyrsta mál á Betri-liðnum hjá okkum (tillukku við tí! )
Fýra mál var ikki eitt einasta ov nógv, tá vit eisini kundu telja eini trý á tvørtræið og eitt á stongina - pluss tað leysa! 

VIT ERU Í FINALUNI UM LØGMANSSTEYPIÐ! 

Vit skulu møta grannunum sunnanfyri í dalinum, B36 - fyri fyrstu ferð síðani 1991 í eini steypafinalu. Hetta verður tann 25. august, og vit gleða okkum, og tá skulu vit nokk vísa, at vit saman við grannunum klára at fylla Tórsvøll og gera eitt brak av einari finalu!! (PS: Undanroynd verður longu nú sunnudagin kl. 15.00).

KOYR Á HB! KOYR Á HB! KOYR Á HB! KOYR Á HB!

 

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.