Vágbingurin tekur eitt ár afturat

Mynd: Turið Láadal Sejersdóttir

Mong mundu halda, at yrkisleiðin hjá Símuni Samuelsen lækkaði móti endanum, tá hann í 2015 og 2016 spældi við fyrst VB/Sumba og síðani AB. Men nú stendur hann aftur í HB-búnanum við eini FM-medalju um hálsin.

Í dag hevur hann skrivað undir ein nýggjan sáttmála og verður tí okkara í eitt ár afturat. 

Í fjør fekk hann av álvara hol á málskjótingina aftur og endaði kappingina við 9 málum, sambært Faroesoccer. Harumframt legði hann upp til 8 mál, sambært bolt.fo.

Hann hevur spælt 216 dystir í reyðum og svørtum, síðani hann kom til HB í 2010.

Vit gleða okkum til fleiri dystir og mál saman við Símuni Samuelsen.

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.