UPPTAKT | KÍ - HB

Klassikarin. Tvey tey størstu. Tvey tey mest vinnandi. Dystirnir millum HB og KÍ eru mangan javnir, spennandi og avgerandi. Um hesin verður javnur og spennandi, vita vit ikki. Men hann er í hvussu er avgerandi. Hvørki kann brúka javnleik til nakað serligt, meðan ein møguligur tapari verður settur av í FM stríðnum. Hóast vit hava haft mangar góðar løtur í Klaksvík, er tað eitt sindur undrunarvert, at hetta er 7. ferð seinastu 8 kappingarárini, at vit hava tveir útidystir ímóti KÍ. 

Men líkamikið um vit spæla í Havn, Klaksvík ella aðrastaðni, fara vit eftir øllum trimum stigunum. Allir mans eru tøkir, og allir áskoðarar, ið eru tøkir, fara til Klaksvíkar. Bussurin koyrir kl. 13.30!

Tíð og stað: 1. september 2019, kl. 15:00 í Djúpumýru, Klaksvík

 

Dómarar: Alex Troleis, Dánjal Petur Pauli Højgaard, Jan Hermansen, Petur Reinert

 

Skaða: Eingin

 

Ivasamur: Eingin

 

Leikbann: Eingin

 

Formur síðstu 6 umførini: 

HB - VVJJVV - 14 stig

KÍ - VTJVVV - 13 stig

 

Síðstu 6 innanhýsis dystir:

HB - KÍ 4-1
KÍ - HB 0-0
KÍ - HB 1-2
KÍ - HB 0-1
HB - KÍ 0-3
KÍ - HB 0-0

Vunnið: 3

Javnleik: 2

Tapt: 1

 

Málmunur: 7-5

 

Hagtøl: Faroesoccer.com

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.