Upptakt: EB/Streymur - HB

Næsta uppgávan í landskappingini er á Eiði, har EB/Streymur tekur ímóti. Og kravið er, eins og altíð, ein sigur. 

Vit mugu ásanna, at higartil hevur kappingin ikki gingið sum ætla. Men tað tekur ikki móti frá okkum, og vit halda fram at stuðla okkara monnum treytaleyst. 

 

EB/Streymur hevur fingið eina misjavna byrjan uppá kappingina. Har teir m.a. hava vunnið á útivølli ímóti Skála, fyri síðani at tapa heima ímóti ÍF. 

 

Um vit hyggja eftir hagtølunum frá Faroesoccer, seinastu 5 kappingarárini EB/Streymur hevur verið í bestu deildini, hava vit yvirtakið. Av teimum 15 dystunum vit hava spælt, hava vit vunnið teir 9, meðan EB/Streymur hevur vunnið 5. Bert ein er endaður  við javnleiki. Málúrtøkan er 32-13 til okkum. Merkisvert er, at vit vunnu allar tríggjar í fjør, meðan EB/Streymur vann allar tríggjar í 2017. 

 

Men eitt er hagtøl og søga, og eitt annað er tann veruleikin vit eru í. Her nyttar einki at hyggja aftureftir. Okkara menn hava tí tørv á øllum stuðli, og HB bussurin koyrir av Hálsi kl. 13:30, og er sum altíð ókeypis. So tað er eingin orsøk at sita heima. 

 

Koyr á HB!

 

Mynd: Rakul Hansen

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.