Upp á hestin aftur!

Vikuskiftið er langt síðani fari um bak, og ein nýggjur dystur liggur fyri framman. Hesa ferð í steypakappingini. 

 

Mótstøðuliðið er NSÍ, sum eins og vit, hevur fingið ein “stop-go” byrjan uppá landskappingina. Eftir tap ímóti Skála, reistu runavíkingar seg síðsta vikuskifti, og smurdu Víking av. Tí er tað kanska eitt sindur sigandi, at landskappingardysturin okkara millum, endaði við javnleiki 1-1.

 

Vit hava eina talvu sum skal vaskast rein, og tað kunnu vit passandi gera, við einum góðum avrikið í dag. 

 

Dysturin byrjar kl. 16:30, so tað er beint frá arbeiði, og í Gundadal!

 

Koyr á HB!

 

Mynd: Rakul Hansen

Zircon - This is a contributing Drupal Theme
Design by WeebPal.